- Hevur eitt barn ella ein familja tørv á hjálp, má rætta hjálpin setast í verk alt fyri eitt.
Hetta var greiði boðskapurin hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, tá ið hon fyrrapartin legði frágreiðingina um at endurskoða barnaverndarlógina, fram í løgtinginum.
Hon sigur, at týdningurin av skjótari hjálp skal ikki undirmetast.
Men skal tað bera til at veita skjóta hjálp, er alneyðugt, at fakfólk boða barnaverndini frá so tíðliga sum til ber.
- Tað er tí av alstórum týdningi, pedagogar, lærarar, og onnur fakfólk, sum eru um børnini, longu undir útbúgvingini fáa neyðugar førleikar at síggja vandatekin og at tey taka tey í álvara, sigur Rósa Samuelsen.
Landsstýriskvinnan í almannamálum fegnast um, at starvsfólk úr Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Barnaverndarstovuni í løtuni arbeiða við einum felagsátaki, ið skal varpa ljós á fráboðanarskylduna.
- Allur ivi eigur at koma barninum tilgóðar. Ætlanin er tí at herða fráboðanarskylduna. At fráboða er at hava og vísa umsorgan fyri barninum, heldur Rósa Samuelsen.
Landsstýriskvinnan í almannamálum heldur tað er alneyðugt, at børnini verða útgreinað hampuliga skjótt, so at staðfestast kann, hvør rætta hjálpin er.
- Eg ásanni, at nøkur stig eru eftir á mál. Enn mangla viðgerðartilboð og aðrar fyriskipanir, sum skulu lofta børnum, sum av eini ella aðrari orsøk hava tørv á hjálp. Men tað tekur tíð at uppbyggja skipanir.
Rósa Samuelsen heldur, at vit eiga at seta okkum sum mál, at vit um eini fimm ár hava uppbygt neyðug tilboð og fyriskipanir, heldur enn at blíva við at gera fyribils loysnir, har vit so dánt lappa onkur smá hol.
Nú Rósa Samuelsen hevur lagt frágreiðingina um at endurskoða barnaverndarlógina, fer Løgtingið at hava aðalorðaskiftið um hana týsdagin 6. september.










