Leygardagin 17. mai var barnasjónleikarastevna í Havn. Eitt sera spennandi tiltak og eitt sera spennandi upplivilsi.
160 børn úr ymsum skúlum í Føroyum og ein gestaleikur úr Scalloway skúla í Hetlandi spældu tilsamans 12 sjónleikir.
kl. 9 varð stevnan sett í í Sjónleikarhúsinum - og fram til kl. 15 seinnapartin vóru áskoðararnir leiddir úr Sjónleikarhúsinum - oman í Grasagarð - oman á Meiaríið - niðan aftur í Sjónleikarhúsið o.s.fr. Frá einum sjónleiki til tann annan. Frá einum upplivilsi til annað.
Í Sjónleikarhúsinum vórðu hesir leikir spældir:
Skipið Útsynningur: Sjónleikar-skúli Havnar Sjónleikarfelags
Tryms Kvæði: Sjónleikar-skúli Havnar Sjónleikarfelags
Caged Dreams: Scalloway Skúli, Hetland
Happing: Sjónleikar-skúli Havnar Sjónleikarfelags
Í Grasagarði:
Risans Klóta: Nólsoyar Skúli
Øskufía: Stranda Skúli
At sita á kjørbreyt: Kvívíkar Skúli
Eg átti mær eina húgvu: Eysturskúlin
Á Meiarínum:
Jørðina runt í 80 dagar: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Snjóhvíta: Dramaverkstaðið í Havn
At tora: Kommunuskúlin í Havn
Ikki eitt orð um morð: Dramaverkstaðið í Havn
Ein breið vifta av ymsum sjónleikum. Nýtt lív varð blást í gomul ævintýr, sagnir og skjaldur, ein sera spennandi krimileikur, ein áhugaverdur søguligur leikur, leikur úr nørrønu gudalæruni, leikir, sum børnini sjálvi høvdu gjørt, og sum snúði seg um teirra egna veruleika, og ein leikur um menniskju í krígsstøðu.
Fyri okkum vaksnu var hetta ein ógvuliga hendingaríkur og positivur dagur, at síggja øll hesi børnini á palli, har tey góvu alt, sum tey áttu, fyri at framførslan skuldi verða so áhugaverd og góð sum gjørligt. Og tey høvdu tikið hesa uppgávu uppá seg í størsta álvara.
Og luttakararnir, børnini, høvdu umframt tað at spæla sjálvir eisini høvi til at síggja flestar av hinum leikunum, sum spældir vórðu - og hevur hetta uttan iva givið teimum íblástur til at luttaka aftur á eina barnasjónleikarastevnu.
Og tó at treytin fyri luttøku á slíkari stevnu er, at pallmynd og annar útbúnaður skal vera einfaldur, so skjótt er at skifta millum leikirnar, so bilti ikki við hugflognum til at finna einfaldar og góðar loysnir til pallmynd og búnar.
Stóra tøkk øll tit, sum spældu og hjálptu til, og eisini ein stór tøkk til tykkum lærarar, sum skipaðu fyri.
Vit vóna, at slíkar stevnur eggja fleiri lærarum kring landið til at brúka sjónleik sum ein part av undirvísingini.
Tað er MáF, sum skipar fyri Barnasjónleikarstevnuni, og verður hon hildin annaðhvørt ár.