Flogbóltur
Leygardagin varð farið undir endaspælið í donsku flogbóltskappingini. Og fyri Bárð Mikkelsen og liðfelagarnar í Holte kundi byrjanin valla verið torførari. Mótstøðuliðið var nevnliga hitt sama sum í steypafinaluni herfyri, og meðan tað tað ferðina eydnaðist Holte at vinna, so gjørdist talan hesa ferð um tap fyri HIK Aalborg.
Eins og í finaluni, so var tó talan um ein sera spennandi dyst, her einki var avgjørt fyrr enn í seinastu bóltunum í fimta setti.
Endaliga úrslitið gjørdist, at Aalborg vann 19-17 í seinasta settinum, men undan hesum hevði Holte tó fleiri ferðir møguleikan at avgera dystin. Í fjórða settinum hevði Holte dystarbólt við støðuni 24-23, og tvær ferðir í fimta settinum var møguleikin eisini at avgera, men í avgerandi løtunum vóru leikararnir ikki nóg kaldir. Í steypafinaluni var støðan annars júst hin øvugta, har Holte slapp livandi frá fýra dystarbóltum til mótstøðumenninar, so Bárður tekur nú sjálvur til, at hann nú veit, hvussu teir hjá Aalborg mundu hava tað tann dagin.
Annars var dagurin ikki ein av teimum bestu hjá føroyska landsliðsmanninum. Tíðliga í fyrsta settinum var hann noyddur at fara av vøllinum, tí økslin vildi ikki spæla við meira, og í løtuni er ivasamt, nær hann verður tøkur aftur á liðnum. Komandi vikuskifti hevur Holte dyst móti Marienlyst úr Odense, og tað er ein dystur, sum skal vinnast, um Holte framvegis skal halda fast í oddinum.