Bárður og Heini við í Fremad Amager tapi

Fremad Amager tapti á útivølli ímóti Helsingør í dag

Aftaná tveir javnleikir í tveimum teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið tapti Fremad Amager triðja dystin hetta kappingarárið.

 

Bárður J. Hansen (myndin) og Heini Vatnsdal vóru við á liðnum hjá Fremad Amager frá dystarbyrjan, tá Fremad Amager á útivølli tapti 0-2 ímóti Helsingør. Heini Vatnsdal spældi allan dystin á tamb, meðan Bárður J. Hansen bleiv skiftur út, tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum. 

 

Helsingør fekk sítt fyrra mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki, og teir fingu sítt seinna mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat í seinna hálvleiki. Fremad Amager kastaði alt fram ta seinastu løtuna fyri at javna, og tað eydnaðist Helsingør at revsa Fremad Amager í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

Fremad Amager hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Komandi sunnudag klokkan 12.45 verður føroyingauppgerð millum Fremad Amager og Vendsyssel FF á leikvøllinum í Sundby á Amager.