- Eg tími ikki bara at sita og trilla tumlar.
Tað staðfestir Bárður Nielsen, sum nú hevur lagt frá sær sum stjóri fyri risastóru Stórutjørn-verkætlanina í Havn.
Hann hevur nú ásannað, at sum støðan er, hava teir ongan sum helst møguleiki at seta Stórutjørn ætlanina í verk.
Sostatt er heldur onki innihald í stjórastarvinum longur og tí hevur Bárður Nielsen nú tikið stigið fult út og hevur lagt frá sær
Ikki eftir vild
Bárður Nielsen hevði bjartar vónir, tá ið hann brádliga legði frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri at blíva stjóri fyri Stórutjørn verkætlanina, sum skuldi gerast í Havn.
Hetta var ein stór avgerð hjá honum at taka, tí mong spáddu hann at hava eina bjarta framtíð í politikki og flestu mettu hann sum besta boðið upp á formanssessin í Sambandsflokkinum. Og hevði hann hildið seg til politikkin, hevði hann verið Føroya Løgmaður í dag....
Men møguleikin at standa á odda fyri størstu byggiverkætlan í Føroya søgu nakrantíð, var størri freisting enn hann orkaði at standa ímóti og sostatt vinkaði hann politikkinum farvæl og settist í stjórasessin í Stjórutjørn.
Síðani hevur milt sagt ikki gingið eftir vild við Stórutjørn og fleiri ferðir hava søgur gingið um, at verkætlanin er útsett.
Men nú kom so endaliga staðfestingin av, at verkætlanin er løgd á ís.
Tað hendi, tá ið Bárður Nielsen nú um dagarnar legði frá sær sum stjóri fyri Stórutjørn
Hann hevur í staðin tikið við sum stjóri á Maskinverkstaðnum á Hjalla, MVH, har hann longu er farin til arbeiðis.
Tímir ikki at trilla tumlar
Bárður Nielsen staðfestir, at hetta merkir, at ætlanin at byggja Stórutjørn er løgd á hyllina.
Men hann leggur dent á, at ætlanin er ikki slept og hóast hann er farin frá sum stjóri, er hann framvegis í nevndini.
Hinvegin er tað ómøguligt at siga, nær hon verður tikin upp aftur.
- Sum støðan er nú, er heilt ómøguligt at fáa fígging til eina verkætlan sum hesa og tað eru ikki útlit til at støðan batnar í nærmastu framtíð.
- Vit hava havt følarar úti. Men støðan er so vánalig á fíggjarmarknaðinum, at tað er ikki so frægt sum neyðugt at hava følarar úti, tí á øllum kassum er lokið smekkað aftur, sigur hann.
- Og eg havi ikki hug til bara at sita og trilla tumlar, til støðan í samfelagnum batnar aftur, leggur hann afturat.
- Sum støðan er nú, er onki innihald í starvinum sum stjóri fyri Stórutjørn longur, staðfestir hann.
Vónleyst at siga
Bárður Nielsen sigur, at tað er eisini vónleyst at siga, nær gongd kemur á aftur.
- Men fyri at fáa fígging til eina so stóra ætlan sum hesa, er ikki bara nóg mikið, at gongd kemur á aftur samfelagshjólini. Tað skal hava verið gongd í teimum í eina tíð, áðrenn nakar aftur hættar sær upp í eina verkætlan, sum hesa, sigur hann.
Bárður Nielsen leggur kortini dent á, at boðini frá íleggjaranum, Jákupi á Dul, eru greið og tey eru, at ætlanin er ikki slept.
- Hon er bara løgd á ís í eina tíð, til samfelagsbúskapurin batnar aftur og tað fer at bera til at fáa fígging, so verður hon tikin fram aftur.
Men um Bárður Nielsen verður stjóri aftur, tá ið tað aftur fer at lýsna í eystri, dugir hann onki at siga um.
- Tað kann bara tíðin vísa, sigur hann.
300 milliónir
Tilsamans var Stóratjørn-verkætlanin upp á langt yvir eina milliard. Men fyrsta byggistig fevndi um ein handilsmiðdepil fyri 300 milliónir við vegum og annars øllum, sum hoyrir til.
Bárður Nielsen sigur, at øll loyvi vóru fyri so vítt við at koma undir land, so tað er um at vera klárt at seta spakan í.
Annað byggistig skuldi vera ein part av íbúðunum og ein skrivstovubygningur.
Les eisini aðra grein í blaðnum í dag, har Bárður Nielsen sigur, at hann angrar ikki, at hann fór úr politikki, hóast hann uttan iva hevði verið løgmaður í dag