Nógv bendir á, at ósemja er millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um, hvør skal leiða samráðingarnar um at skipa nýtt landsstýri.
Enn er ikki greitt, hvør hevur peikað á hvønn, men tá formaður Sambandsfloksins verður biðin um at koma í einrúm við løgtingsformanninum, so bendir alt á, at hann harvið fær samráðingarrættin. Og tað merkir so samstundis, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin helst eru ósamdir um, hvør teirra skal hava samráðingarrættin.
Vit frætta meira úr Løgtinginum um eina løtu.