Í farnu viku frættist, at Bárður Olsen eftir summarsteðgin skal spæla við B36. Men skiftið er ikki veruleiki, og miðvallarin úr EB/Streymi kann ikki vátta, at hann flytur til árstalsfelagið.
- Eg havi tosað við B36. Meira fái eg ikki sagt í løtuni. Eg spæli framvegis við EB/Streymi, sigur Bárður Olsen, sum øll síni ár sum fótbóltsár hevur spælt við EB/Streymi.










