Føroyski tónleikarin Bárður Johannesen er nummar eitt á donskum netlista, tann sonevndi og væl kendi Chartbase.dk . ( www.chartbase.dk/tasteawards/)
Hetta skrivar Bárður á síni Facebook síðu fyri løtu síðani.
Talan er um taste awards 2011, har Bárður er nummar eitt innan ársins mannligu solistar, og tá talan er um ein netlista, so er eisini talan um ein heiður á netinum, ein virtuellan award.
Fleiri føroyiskir tónleikarar hava klárað seg væl á útlendsum netlistum og á útvarpsstøðum. Og nú er lagt afturat, nú Bárður liggur á fyrsta plássinum á hesum danska listanum.
Bárður er kosin nummar eitt við 37,5% av atkvøðunum og eftir hann á 2. og 3. plássi koma Potempa - 33,6%, og Adrian - 28,8%.
Onnur nøvn á listanum innan aðrar sanglistagreinir, harav ikki øll eru á fyrsta plássi, eru Anna David, Brian McFadden, Kylie Minogue, Gabrielle og Lady Antebellum, fyri at nevna nøkur.