Bárður Jákupsson fekk Mentanarvirðisløn landsins

Fyri stóra eldhugan varð Mentanarvirðisløn landsins latin Bárði Jákupsson, sum hevur teknað hópin av barnabókum

Fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listaáhugan varð Mentanarvirðisløn landsins latin Bárði Jákupsson. Listamaðurin Bárður Jákupsson hevur myndprýtt eina ørgrynnu av barnabókum í meira enn eina hálva øld.

 

Mentanarvirðisløn landsins er á 150.000 krónur, og verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt avrik.

 

Bárður Jákupsson var sum vera mann takksamur, tá hann fekk virðislønina handaða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld.

 

- Eg eri óalmindiliga takksamur. Hetta er ein øgiliga stórur heiður, sum ger tað, at mann hevur serliga góðan hug at halda fram við tí, mann altíð hevur gjørt. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg eri ógvuliga takksamur, stóra tøkk.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði honum virðislønina. Hann segði eitt nú í grundgevingini, at Bárður Jákupsson hevur víst sjáldsamt treiskni, áhaldni, dirvi og dugnaskap í sínari list.

 

 

Les eisini: Astrid Andreasen fær Heiðursgávu landsins

Les eisini: Ársins unga listafólk er Búi Rouch