Í februar verður ein forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum, tá ið feðgarnir Bárður og Jógvan á Lakjuni og MC Restorff bjóða inn til tónleik.
Sunnukvøldið 10.februar kl 19:30 verður stórsligin konsert við Bárði og Jógvani á Lakjuni og MC Restorff.
Um miðjan november í fjør góvu feðgarnir út fløguna 'Gakk tú tryggur', og um sama mundið kom fløgan hjá MC 'Sanganna veingir' eisini á marknaðin.
Tað er í hesum sambandi, at henda konsertin er fingin í lag, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni.
Á konsertini verða sjálvsagt løg av fløgunum báðum framførd - umframt at Jógvan, Bárður og MC framføra okkurt í felag.
Heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum skrivar, at uppsetingin er rættiliga stór, tí umframt vanligu ljóðførini sum klaver, bass, guitar og trummur, verður ein strúkikvartett, harmonika, horn, floyta og annað eisini partur av ljóðmyndini.
Haraftrat eru kórrøddir úr Siloakórinum og eitt lítið barnakór eisini á palli við feðgunum.
Sirikit Jacobsen, Dánjal Lindarstein og Bárður Tindskarð eru gestasangarar hjá MC.
Les meira á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo
Myndina eigur Norðurlandahúsið