TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Bárð Bendix Mikkelsen, venjara hjá føroyska manslandsliðnum aftaná spennandi hálvfinaluna ímóti Saaremaa, sum Føroyar taptu við trimum teprum settum, 23-25, 21-25 og 25-27.
Úrslitið merkir, at Føroyar spæla bronsudyst ímóti Gotlandi, og Saaremaa spælir finalu ímóti Álandi.
Bárður Bendix Mikkelsen fortelur, at venjarin hjá Saaremaa segði sær, at Saaremaa hevur gott tak á Álandi, men hann ræddist meir Føroyar, og tað tekur Bárður sum eina góða viðurkenning.
Í bakspeglinum iðrar hann seg tó um, at føroyska liðið ikki spældi so væl ímóti Álandi, tí Bárður Bendix Mikkelsen er vísur í, at so høvdu Føroyar vunnið 3-0 á Álandi.
Hann er glaður fyri leikliga avrikið hjá sínum monnum ímóti Saaremaa, men ergrar seg um, at marginalarnir ikki koppaðu rættan veg í fyrsta og í triðja setti, tá føroyska liðið hevði settbóltar.