Nú skulu stóru nevndirnar hjá Klaksvíkar kommunu seta sær greiðari mál og málsetningar fyri sítt øki.
Hósdagin í farnu viku vóru allir býráðslimirnir og umsitingin á fundi at tosa um, hvussu býráðsarbeiðið kann verða betur skipað við so sokallaðum ætlanarskjølum.
Hugskotið við hesum skjølum er, at nevndirnar gera sær sjálvum og øðrum greitt, hvat ætlanin er á teimum ymsu økjunum, og hvussu málini skulu náast.
Býráðsarbeiðið hevur hug til at flóta eitt sindur við hvørt, men við einum slíkum skjali verður tað nógv greiðari, hvat býráðið ætlar sær, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Politikarar og umsiting saman
Nevndirnar hava nú gjørt minni arbeiðsbólkar, sum skulu orða ætlanarskjalið, og tað eru bæði politikarar og fólk úr umsitingini við í hesum arbeiði.
Umsitingin kundi ivaleyst gjørt nógv av arbeiðnum við einum ætlanarskrivi, men tað er umráðandi, at politikararnir eru við í hesum arbeiði, so at tað er politisk undirtøka fyri teimum málunum, sum verða sett, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Málini í ætlanarskjalinum skulu vera so ítøkilig, at tað skal bera til at knýta tey at fíggjarætlanini. Í onkrum føri vera talan um mál, sum arbeitt verður við í nøkur ár, men tó skal bera til ber at luta hesi sundur og sjónliggera, hvussu stórur partur hoyrir til hvørt fíggjarárið.
Gongur tað sum ætlað við ætlanarskjølunum, skulu tey verða liðug fyri jól í ár.