Tað er við at blíva ein dýr søga at verða býráðslimur á Tvøroyri.
Hvønn einasta dag noyðast fimm av teimum sjey býráðslimunum á Tvøroyri at betala 300 krónur í bót og tað skulu teir gera, til teir hava aktað harraboð úr Fíggjarmálaráðnum.
Men tað vilja teir ikki og sostatt gongur teljarin hvønn einasta dag.
Ósemja um Smyril
Orsøkin er, at síðani í heyst hava Tvøroyrar Býráð og Fíggjarmálaráðið verið ósamd um roknskapin fyri Tvøroyrar Havn.
Fíggjarmálaráðið hevur kravt at Tvøroyrar Kommuna ikki inntøkuførir havnargjald fyri Smyril í roknskapin, tí tað er ósemja um havnargjaldið. Av tí sama er inntøkan so óviss, at fyri at geva eina rættvísa mynd av virkseminum hjá havnini, skal havnargjaldið ikki inntøkuførast.
Fyrrenn tað er gjørt, vil fíggjarmálaráðið ikki góðkenna roknskapin.
Men Tvøroyrar Býráð vil ikki akta, tí tað tvíheldur um, at tað hevur rætt til havnargjald og tey stúra fyri, at strika tey inntøkuna úr roknskapinum, fer býráðið at standa veikari í einum møguligum rættarmáli.
Fáa dagbøtur
Tað endaði við, at fíggjarmálaráðið í jólamánaðinum í fjør tók tað heilt óvanliga stig at áleggja býráðslimunum á Tvøroyri dagbøtur, til roknskapurin varð rættaður.
Einasti býráðslimur, sum vildi ganga fíggjarmálaráðnum á møti, var Jaspur Vang og hann sigur, at sostatt fær hann ikki bót.
Dagbøturnar eru annars 300 krónur um dagin í part og teljarin fór ígongd 17. desember og taldi árið út.
Sostatt kostaði tað undanfarnu býráðslimum á Tvøroyri 4.500 krónur í bót í part og sostatt kostaði tað teinum seks býráðslimunum, sum komu undir bótina, 27.000 krónur tilsamans.
Á nýggjárinum tók nýtt býráð við og tá kom steðgur í bøturnar til nývalda býráðið fekk høvi at taka støðu til málið.
Men nýggja býráðið hevur somu støðu sum tað gamla og tískil varð teljarin settur ígongd aftur tann 6. apríl og hann telur enn.
Higartil eru sostatt farnir 16 dagar, har býráðslimirnir hava goldið 300 krónur í bót.
Men Jens Johannesen var ikki á býráðsfundi tá ið hetta varð umrøtt og tí fær hann ikki bót fyribils í ár. Men um hann so fær bót sum frá líður, veldst um, hvørja støðu hann hevur til málið.
Sostatt eru tað fimm býráðslimir, sum framvegis fáa dagbøtur fyri at seta seg upp ímóti harraboðum frá fíggjarmálaráðnum.
Og higartil í ár hava teir fimm býráðslimirnir á Tvøroyri sostatt fingið 4.800 krónur í bót í part í ár ella 24.000 krónur í bót tilsamans.
9. 300 krónur
Teir býráðslimir, sum hava sitið í báðum býráðunum og sum hava hildið fast við sína støðu, hava sostatt fingið heilar 9.300 krónur í bót í part.
Teir eru Kristin Michelsen, borgarstjóri, Pauli Einarsson, varaborgarstjóri og Bergur Bærendsen.
Marjun Olsen og Sverri Midjord sótu bara í undanfarna býráðið og tey hava sostatt fingið 4.500 krónur í bót í part.
Malla Dam og Hallur í Heygunum eru nývald í býráðið, so tey fáa bara bót frá 6. apríl í ár.
Men teljarin leggur 300 krónur afturat bótini fyri hvønn dag, sum gongur.
Jaspur vil ganga undir krøvini
Einasti býráðslimur á Tvøroyri, sum alment hevur givið til kennar, at hann er sinnaður at ganga krøvunum frá fíggjarmálaráðnum á møti og at broyta roknskapin fyri Tvøroyrar Havn, er Jaspur Vang.
Men hann legði dent á, at hetta hevði onki við bótina at gera sum so.
Hann førdi fram, at tá ið fíggjarmálaráðið krevur at inntøkan fyri havnargjaldið verður tikin úr roknskapinum, er talan um eini fult lóglig boð frá einum fult lógligum, yvirskipaðum myndugleika.
Og eini slík boð frá einum eftirlitsmyndugleika, hevur eitt býráð skyldu til at geva seg undir.
Hann heldur eisini, at ein kommuna eigur at ganga undan at halda landsins lógir.
Men tað skal vera við teirri viðmerking, at hildið verður fast um kravið um at Smyril skal gjalda havnargjald.
Men eydnast tað ikki at finna semju, eigur býráðið at umhugsa at royna málið í rættinum, tí tað heldur hann, at Smyril eigur at gera.
Hann vísir eisini á, at í tvey undanfarin ár hevur landsstýrið góðkent roknskapin, soleiðis, sum hann er nú, men nú hevur landsstýrið so brádliga skift støðu.