Á býráðsfundi komandi hóskvøld skal Tórshavnar kommuna taka støðu til hvat endaliga navnið á nýggju útstykkingini á Argjum skal vera. Tað hendir eftir, at kjak hevur staðist um navnið.
Ymiskar meiningar eru nevniliga um hvat rætta navnið er fyri nýggju útstykkingina. Meðan kommunan hevur brúkt navnið við Klingrutjørn eru fleiri argjafólk, ið hava víst á, at rætta navnið er við Klingurstjørn.
Les eisini: Klingurstjørn á Argjum - Ikki Klingrutjørn í Havn
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður upplýst, at kommunan hevur brúkt navnið við Klingrutjørn síðan 2016, tá mentamálanevndin hjá kommununi samtykti gøtunavnið. Útstykkingin bleiv uppkallað eftir tjørnini Klingrutjørn, ið liggur nærhendis útstykkingini.
Men eftir at argjafólk eru farin at kjakast, um navnið á tjørnini eru Klingrutjørn ella Klingurstjørn hevur kommunan vent sær til Staðarnavnanevnd Landsins.
- Niðurstøðan hjá Staðarnavnanevndini varð, at rættast er at halda fast við Klingrutjørn, sum vísir til navnið á tjørnini. Tó vísti nevndin í viðgerðini á, at talan er um tveir navnaformar, tann eldri sigur Klingrutjørn og tann yngri Klingurstjørn. Hvønn form býráðið velur, er upp til býráðið sjálvt, stendur millum annað í frágreiðingini hjá Staðarnavnanevndini, skrivar torshavn.fo.
Upplýst verður eisini á heimasíðuni, at meðan fyrisitingin mælir til at varðveita við Klingrutjørn, hevur mentamálanevndin á fundi 8. oktober samtykt at brúka navnið við Klingurstjørn.
Endalig greiða fæst á hvat navnið á útstykkingini verður, tá býráðslimirnir skulu taka støðu til málið hóskvøldið.