Býráðsfundur í skundi

   

Afturkomin av seturskúla í Noreg frætti eg, at Tórshavnar býráð hevur havt fund meðan eg var burturstødd. Fleiri fólk hava brikslað mær, at útvarpið hevur borið tey tíðindi, at »Elin Lindenskov ikki møtti á fundi«.
Tað er rætt, at eg ikki møtti á eykabýráðsfundi tann 13. mai ? og at eg ikki hevði sent boð eftir varakvinnu míni, Rigmor Dam. Men orsøkin er einføld: Borgarstjórin hevur um teldupost kallað inn til eykabýráðsfund sama fyrrapart ? hin 13. mai.
Av tí at býráðsfundur ikki skuldi verið aftur fyrr enn hóskvøldið 22. mai, fór eg avstað í góðari trúgv ? so sum eg eisini hevði boðað býráðnum frá.
Eykabýráðsfundurin 13. mai samtykti at broyta byggisamtyktina fyri økið við Vallalíð, har heimið fyri minnisveik verður bygt.
Eg harmist almikið um ta gongd, hetta málið hevur fingið, tí um tað er nakað mál, ið hevur tørv á eini skjótari og virðiligari loysn, so er tað eitt mál, sum hetta.