Fyribils er ein hálv millión játtað árliga næstu tvey árini til vinnusamskiparan, sum kemur at hava nógvar ymiskar uppgávur. Vinnusamskiparin skal eitt nú kortleggja vinnuna í kommununi, orða eina vinnustrategi fyri Tórshavnar Kommunu, og eisini útgreina hvat kommunan kann gera fyri at menna ferðavinnuna í Suðurstreymi.
Vegleiða ígongdsetarum
Heðin Mortensen sigur, at eftir hansara tykki verður talan ikki um nakra útreiðslu fyri kommununa.
- Eg síggi hetta sum eina íløgu, og eg ivist ikki í, at hon fer at vinna seg fleiri ferðir inn aftur. Hetta fer vónandi at skapa størri áhuga fyri vinnulívinum í kommununi, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin í Havn sigur, at tað eru nógv ungfólk, sum ætla sær gongd við okkurt í kommununi, og hesi seta seg mangan í samband við kommunuumsitingina fyri at fáa hjálp. Tí verður ein av arbeiðsuppgávunum hjá nýggja vinnusamskiparanum at vegleiða og ráðgeva ungum ígongdsetarum, sum ætla at byrja fyri seg sjálvan.
- Býráðið heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa eitt stað, har fólk kunnu venda sær við spurningum um vinnulívið í kommununi. Vit fáa eisini javnan fyrispurningar úr útheiminum frá útlendskum fyritøkum, ið eru áhugaðar í at koma í samband við fyritøkur í kommununi. Tí kemur ein tann fyrsta uppgávan hjá nýggja samskiparanum at kortleggja alt vinnulívið í kommununi, soleiðis at vit hava eitt greitt yvirlit yvir alt hetta øki, sigur Heðin Mortensen.
Dentur á ferðavinnuna
Í býráðssamtyktini stendur eisini, at nýggi samskiparin skal útgreina, hvat kommunan kann gera fyri at menna ferðavinnuna í økinum, og júst hetta leggur borgarstjórin stóran dent á.
- Í næstum fer kunningarstovan at flyta í nýggj hølir, og vit ætla okkum av álvara at menna ferðavinnuna. Nú fleiri smærri kommunur eru komnar uppí Tórshavnar Kommunu, hava vit fingið fleiri smáar perlur, ið tað ræður um at gagnnýta innan ferðavinnuna. Somuleiðis hava vit brúkt eina stóra upphædd uppá at gera gomlu sluppina Westward Ho í stand, og tað er upplagt, at hon verður nýtt í ferðavinnuni, sigur borgarstjórin.
Heðin Mortensen greiðir frá, at í næstum verður lýst eftir vinnusamskiparanum, og hann sigur seg vóna, at viðkomandi kann byrja í nýggja starvinum á nýggjárinum.










