Parkeringsforboð
Tað hevur fingið øði í fleiri av teimum, sum búgva í ávíkavist Stoffalág og Fútalág, at býráðið herfyri setti fullkomið parkeringsforboð í økinum. Grundgevingin hjá býráðnum er, at økt bygging í økinum fer at hava økta ferðslu við sær, og tí er neyðugt, at betur pláss verður á vegunum.
Kundar sleppa ikki framat
Ein av teimum, sum bæði býr og arbeiðir í økinum, er djóralæknin Lars Mohr Nielsen. Hann sigur, at parkeringsforboðið uttan fyri klinikkina hjá honum hevur við sær, at hann missir kundar, og at hann líka so gott kann pakka saman.
Við síðuna av klinikkini hjá Lars er ein nýggjur HVS-handil, og hjá teimum er støðan tann sama, tí kundarnir sleppa ikki at parkera uttan fyri handilin, og tá ið teir ikki sleppa framat, koma kundarnir ikki.
Lars Mohr Nielsen greiðir frá, at býráðið fyri umleið einum ári síðani sendi eitt rundskriv til øll tey, sum búgva í økinum, har heitt varð á tey um at siga frá, um nakrar viðmerkingar vóru til ætlanirnar um parkeringsforboð. Grannarnir í Stoffalág gjørdu skjótt av og savnaður inn undirskriftir, og undirtøkan var sera góð, sigur Lars Mohr Nielsen.
Hildin fyri gjøldur
Fólkini í Stoffalág hoyrdu tó ongantíð nakað aftur frá Tórshavnar Býráð, og einar níggju mánaðar eftir, at undirskriftirnar vóru latnar inn, vóru skeltini sett upp í Stoffalág.
- Vit kenna okkum illa viðfarin og í veruleikanum hildnan fyri gjøldur. Tað tykist sum um, at rundskrivið um viðmerkingar bert var nakað, ið man eigur at gera, og sum ikki hevur nakran týdning. Nú kann býráðið í hvussu so er siga, at rundskriv fór út, men tað bleiv ikki lurtað eftir okkum, sigur Lars Mohr Nielsen.
Djóralæknin greiðir frá, at fólk framvegis parkera í Stoffalág, tí enn hevur løgreglan ikki verið á staðnum og skriva bøtur, men tann dagur kemur ivaleyst, og so kunnu tey vinnurekandi í økinum eins væl snara lykilin um, sigur Lars Mohr Nielsen.
Vit royndu at fáa fatur á borgarstjóranum at gera viðmerkingar til málið, men hann var burturstaddur.