Seinastu tíðina hava nógvar søgur verið í bæði teimum prentaðu og teim luftbornu miðlu?num um føroyska land?bún?að?in.
Felags fyri tær er, at tær hava málað eina dapra mynd av verandi umstøðum og útlit?un?um fyri framtíðina.
Og felags fyri tær er eisini, at Búnaðargrunnurin annað?hvørt beinleiðis ella óbein?leiðis fær skyldina fyri ein stór?an part av ólukkunum.
Men adressan er skeiv. Búnað?ar?grunnurin er ikki ein mótspælari í før?oys?k?um land?búnaði. Bún?að?ar?grunn?urin er viðspælari, men hevur sín?ar reglur at virka eftir.
Undan páskum høvdu Óla Jákup Müller og Frit?leiv Joensen, báðir fyrr?verandi bøndur, eitt lesara?bræv í miðlunum undir yvir?skrift?ini “Nøkur orð um Bún?að?ar?grunnin, og skilið har”. Í grein?ini fingu bæði stýrið og leiðs?la í Búnaðargrunninum av at vita.
Tað kundi verið nóg mikið at kveistra allar ákærurnar í lesara?brævinum frá sær sum grund?leysar – tí tað eru tær – men vil eg kortini her gera hesar viðmerkingar:
Í fyrsta lagi skal eg gera púra greitt, at leiðslan í Búnað?ar?grunninum hevur fult álit á Gunnari Bjarnason, ráð?geva. Hann er sum einasta starvs?fólk í grunninum nevnd?ur við navni í greinini og er fyri so grovum ákærum, at talan hevði verið um em?bætis?mi?s?nýtslu, um tær vóru sann?ar.
Tað eru tær sjálvsagt ikki. Tvørturímóti hava vit stóra virðing fyri Gunnari Bjarna?son, sum ger eitt kom?pe?tent og sam?vitsku?fult ar?beiði fyri Búnað?ar?grun?n?in.
Í øðrum lagi vil eg púra greitt vísa aftur, at nak?ar, sum leitar sær hjálp hjá Búnað?ar??grunni?num, bara verð?ur vend?ur í hurð?ini og ikki fær nak?ra við?gerð, sum les?ara??bræv-høvund?ar?nir reka fram undir.
Um onkur kennir seg ella sínar umsóknir órættvíst við?far?nar av Bún?að?ar?grunni?num, kann viðkomandi loyva miðlu?num at fáa fult innlit í viður?skiftini, um hildið verð?ur, at almenningurin eigur at síggja viðgerðina, sum Bún?að?ar??grunnurin hevur staðið fyri, og for?treyt?ir?nar fyri henni.
Búnaðargrunnurin hevur sjálv?sagt tagnarskyldu og kann ikki leggja máls?við?gerð?ir ella aðrar við?kvæmar persón??upp?lýsingar alment fram, men onki forðar hinum parti?num í at gera tað.
Í triðja lagi vil eg, nú tað í lesarabrævinum verð?ur sett spurnartekin við gegnið hjá ávísum stýris?limi, strika undir, at tað er lands?stýris?maðurin í fiski?vinnu?málum, ið eisini varð?ar av land?bún?að??a?r?mál?um, sum hevur eftir?litið við stýrinum fyri Búnað?ar?grunnin og eisini setir fýra av stýrislimunum. Hesir fýra velja síðani fimta stýrislimin, og stýrið skipar seg sjálvt.
Í fjórða lagi vil eg vísa á, at festini eru almenn ogn, og tað eru tey, ið eiga pengarnar á festi??kontunum, og ikki festi?bønd?ur?nir persónliga, sum lesara?bræv-høvundarnir ann?ars leggja upp til.
Í stórt uppsettum greinum í Sosialinum 24. mai verður so aftur ein mynd málað, har lesarin valla fær gjørt sær aðra niðurstøðu, enn at Búnað?ar?grunnurin er størsta forð?ing?in fyri, at nakar bóndi slepp?ur at gera íløgu í festið, hann umsitur.
Høvuðssøgan er um ein fest?ara, ið heldur Bún?að?ar?grunn?in seta órímilig krøv til trygd fyri lánveiting.
Her vil eg enn einaferð minna á, at bóndur, ið kenna seg skeivt viðfarnar av Búnað?ar?grunninum, kunnu lata al?menn?ing?in fáa innlit í máls?við?gerðina og øll skjøl henni við?víkj?andi.
Í sama blaði skuld?setir formaðurin í Bónda?felag?num, Sigert Patursson, Búnað?ar?grunn?in fyri ikki at virka til frama fyri bøndurnar.
Hann sigur størsta trupul?leikan vera, at bøndurnir verða kravdir at hefta persón?liga fyri øllum lán?um úr Bún?að?ar?grunni?num, og at láni?politikkurin hjá Búnað?ar?grunni?num ger, at ongar íløg?u?r verða gjørdar í før?oysk?an landbúnað. Í somu grein verð?ur Sigert Patursson tí?skil skýrdur at vera eitt ein?dømi, tí hann sjálvur brúkar Búnað?argrunnin sum fígging?ar?veitara.
Alt hetta er beinleiðis skeivt.
Búnaðargrunnurin hevur lógar?festa skyldu at tryggja síni útlán best møguligt.
Og tað verða sanniliga gjørdar íløgur í føroyskan land?búnað. Hesi seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í fleiri fjós, umframt nógvar aðr?ar íløgur, har tíverri ikki allar tó hava givið bøndunum størri avkast.
Búnaðargrunnurin er høvuðs??fíggjari í fleiri av hes?um verk?ætlan?um, so tað eru alt?so aðrir bøndur enn for?mað??ur??in í Bóndafelagnum, sum brúka Búnaðargrunnin.
Nýliga eru harafturat stór?ar upphæddir játtaðar úr grunninum. Í 2011 vórðu í rundum tølum 80 millión?ir krónur játtaðar yvir 10 ár í felagspulju, harav megin?parturin fer til velti?stuðul. Í ár eru 25 millión?ir krónur játtað?ar yvir seks ár til strá?fóður?stuðul. Báð?ar hesar upp?hæddirnar stuðla so?statt beinleiðis mjólka?fram?leiðsluni. Og tað sama gera tær 52 milliónir krónurnar í útistandandi skuld, sum grunn?urin júst hevur fingið loyvi frá Løgtinginum at av?skriva.
Umframt hetta hevur Løg?ting?ið í ár játtað seks milliónir krónur úr Bún?að?ar?grunninum til Kolturs?verk?ætlanina og fimm milliónir krón?ur til Búnaðar?stovuna til við?líkahald.
Til samans gevur hetta í rundum tølum 168 millión?ir krónur, sum upp á stutta tíð eru latnar úr Bún?að?ar?grunni?num, og nógv tann størsti parturin fer sum nevnt beinleiðis sum stuðul til mjólka?fram?leiðsluna.