Eitt sindur um leikin:
?Mosterspælið? sigur frá um eina dramatiska broytingartíð í Noregssøgu, har trúgv, - gomul og nýggj - møtast. Sjónleikurin sigur frá einum tríatiára skeiði - nevniliga frá 995, tá ið Ólavur Trúgvason kemur heim fyri at krevja sín kongsarv og fyri at kristna landið og til 1024, tá Ólavur Haraldsson fekk Kristnu rættarskipanina lýsta á Mostertingi. Soleiðis kom Moster at verða ein søguligur staður.
Mosterspælið er eitt samstarv millum nógv fólk, flestu teirra amatørar. Onkur yrkisleikarai er eisini við. Leikurin hevur verið spældur í Moster Amfi hvørt summar síðan 1984, vanliga á hvítusunnu, og o.u. 85.000 hava sæð leikin hesi árini.
Norska dagblaðið Aftenposten segði um Moster-spælið:
?Norskt mentanarlív blómar sum ongantíð áður?, segði Åse Kleveland, mentamálaráðharri. ?Tann, sum var áskoðari á Amfipallinum í Moster, tað stórsligna útisjónleikarahúsið í Bømlø við meiri einn 1500 fólkum og upplivdi ?Kristnu Kongarnar í Moster?, sum Johannes Heggland hevur skrivað, fekk eitt stórsligið prógv fyri, at hetta er sonn tala.... Ein avbera stórsligin framførsla.? Soleiðis skrivaði Eilif Straume.
Leikurin er í trimum pørtum.
Í 1. parti liva fólk enn við síni gomlu trúgv. Árið er 995. Ólavur Tryggvason kemur siglandi vestanífrá og krevur, at fólkið skal taka seg til kong og taka við kristnari trúgv. Hæddarpunktið er hin fyrsta kristna messan á norskari jørð. Fólk taka við nýggju trúnni, men nøkur fella frá.
Í 2. parti kemur Ólavur Tryggvason, kongur, aftur til Moster í árinum 997 og stevnir fólkinum til tings at noyða tey at vera lýðin móti kongi og kristnu trúnni.
Í 3. parti fara hendingarnar fram í árinum 1024. Ólavur Haraldsson, seinni Ólavur Halgi, kemur við fylgi sínum til Moster, har ?Kristinrætturin? verður lýstur.
Í ferðalagnum eru 80 fólk, leikarar og hjálparfólk. Tey koma higar úr Íslandi, har leikurin skal spælast á Reyholti Ólavsøkudag í sambandi við 1000 ára hágtíðarhaldið hjá íslendingum. Hjástødd undir sýningini í Reyholti verða norsku kongshjúnini, ís-lendski forsetin, og aðrir gestir.
Sýningin í Norðurlandahúsinum er í sambandi við okkara 1000 ára hald fyri Kristnanini., øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið
Í Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Før. gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.
Samkoman Malta í Hirtshals
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.
Føroyskt
barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
Húsið er opið soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00
Føroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. 33 23 15 87
Fax 33 23 15 18
Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.
Heimasíða:
www.faroehouse.dk
E-mail:
postur@faroehouse.dk
Upplatingartíðir:
mánadag?fríggjadag:
kl. 16.00?19.00.
28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.
28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48 D
8000 Århus C
Telefon og fax: 86180604
Teldupostur:
aarstova@teliamail.dk
Heimasíðan:
Áarstova er opin soleiðis:
Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18
Føroysku bløðini liggja frammi.
Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03
Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.
Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:
MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.
Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).
Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).
Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.
Ítróttartiltøk:
Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.
Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.
Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.
Føroyingafelagið
Vesturskin,
Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.
Føroyingar
í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða:
Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is