Bólturin er rundur, jørðin líka so

So er Spania heimsmeistari í fótbólti. Kappingin er av. Og eftir stendur so spurningurin; hvat skal ein nú fáa mjøratungu summarkvøldini at ganga við?
Nei, so galið er tað neyvan, men slík kapping í vikuvís fyllir nógv. Eg gjørdi tíðliga av, at hesaferð skuldi eg fylgja við og síggja so nógvar dystir sum gjørligt. Men mongum brestur ætlan. Oftast var okkurt annað á skránni, og eg sá nakrar dystir, men alt ov fáar til at kunna kalla meg serfrøðing í heimsmeistarakappingini 2010, ella til bara at kunna tosa við millum menn.
Jú, rættir menn tosa um fótbólt. Men havi nú lagt til merkis, at tað gera kvinnur eisini. Og tær vita væl. Eisini um annað, enn hársnið og privatlív hjá leikarum og um løtuna, tá teir skifta um troyggjur. Kvinnurnar eru eisini komnar við á vøllin í HM høpi.
Og so kann lýsingin um, at “der er sa meget kvinder ikke forstar” vera so góð sum hon vil. Tí hon er góð og stuttlig, í øllum førum, tá ein ikki er kvinna, men mannfólk. Og tað er ein góðtikin samfelagsregla, at tað eru mannfólk, ið vita mest um fótbólt, og tað tekur tíð hjá einum samfelag at broyta hugburð. Og hetta tykist ikki verða ávirkað av, hvussu veruleikin annars sær út.
Men síðstu mongu vikurnar hevur bólturin verið tað, ið heimurin hevur snúð seg um. Og ikki minst, tá sterki miðilin, sjónvarpið, sendir dystir og sjónvarpsstovuprát og metingar, gerst HM kappingin ein hending, sum í stóran mun setir dagsskránna.
Bólturin er rundur, jørðin líka so. Og verðin hevur snúð seg um fótbólt í vikuvís, men nú er hendan ringrás komin at enda og ringurin er heilur. Í Spania er fótbóltsveitsla. Umframt eitt sindur av kjaki um fløgg og tjóðskap.
Í Føroyum melur miðlamylnan enn mest um rundan ella flatan fisk. Um makrel. Runt og runt. Og hóast ringurin er heilur, so verður hildið á.
HM fepurin hevur lagt seg og føroyingar fara aftur í fisk. Agurkutíð er í miðlunum nú politikarar – teir við rundum orðaskvaldri, hava summarfrí. Augurkin er ikki rund, hon er long, og tað er agurkutíðin helst eisini hjá fleiri miðlafólkum. Og harvið eisini hjá lesarum og lurtaum. Men hinvegin er hetta sama gongd hvørt ár.
Runt og runt. Svá er lívið. Runt og runt.
Og áðrenn vit vita av hava vit verið so ofta runt, at tíð aftur er at hyggja at HM fótbólti. Og vit undrast, hvar tíðin fór, men gleðast um aftur at fylgja við HM kappingini.