Sveinur Tróndarson
Seinnapartin sunnudagin hendi eitt ferðsluóhapp í Gassádali beint oman fyri Vestmanna.
Ein bilur, sum var á veg norðureftir, kom ov langt út móti vegjaðaranum og fór út av vegnum. Av løgreglustøðini í Havn skilja vit, at bilurin fór runt eftir at hann var farin út av.
Vakthavandi á støðini í Havn sigur, at orsøkin til óhappið var ósketni. ? Hon er komin ov langt út í borðið uttan at hava fingið snarað inn aftur á vegin, og tí er hon farin út av, sigur vakthavandi.
Gentan fekk smávegis snudd í høvdið, men tað var ikki verri enn so, enn at læknin kláraði tað, sigur vakthavandi á støðini í Havn.ar. Kórsamband Føroya, sum hevur skipað fyri kappingini, hevði einki við konsertina at gera annars,nýtti bara konsertina sum eitt hóskandi høvi.
At Brahms var innhugsin og hevði heldur tungt sinnalag fingu áhoyrarnir í ríkt mát at kenna á konsertini sum heild. Ein Deutsches Requiem er eins og Schicksalslied í tí ?tyngra endanum? av tónleiki hansara. Tað er í 7 pørtum, sum íalt varaðu í einar 70-80 minuttir. Hóast messan fellur í tveir høvuðspartar, har partarnir 4-7 leiða tankarnar móti uppreisn og himmalskari sælu, meðan partarnir 1-3 meiri eru merktir av sorg og klagu, gongur ein tráður av tunglyndi gjøgnum alt verkið. Heldur ikki í sjálvum endanum, sum er ein lovprísing, er Brahms, hóast hátíðarligur, veitsluhýrdur.
Á ferð
Kanska kom tunglyndið at merkja kvøldið í meira lagi. Eg helt meg eisini hoyra, at sangarunum vóru farnir at møðast móti endanum. Kanska skuldi okkurt lættari verk enn ?Schicksalslied? verið valt áðrenn steðgin. Í hvussu er kendist tað gott hetta góðveðurskvøld at syngja ?Einki er sum summakvøld við strendur?, sum gjørt bleiv í samband við handanina av virðislønunum.
Men hetta tekur einki frá tí stórfingnað, tí vakra og tí dragandi tónleikinum, sum vit í salinum fingu at hoyra. Ein má undrast á, at so væl er komið burturúr eftir bert nøkrum venjingum í einari viku. Sjálvt um Havnakórið hevur sungið verkið fyrr, mugu venjingarnar hava verið munagóðar, tí sum heild virkaði framførslan gjøgnumførd og fullfíggjað.
Eisini komu songsolistarnir væl frá sínum pørtum. Barytonsoloina í pørtunum III og VI hevði danin Lars Thodberg Bertelsen og sopransoloina í parti V hevði okkara egna Berghild Poulsen. Ein hoyrdi Berghild leggja nógva sál í framførsluna. Hon hevur eina stóra og vakra rødd, sum tóktist at egna seg væl til verkið. Og hon hoyrdist væl ímillum øll ljóðførðini. Sama kann ikki sigast um røddina hjá Lars Thodberg Bertelsen. Hon bleiv fleiri ferðir køvd serliga av træblásarunum, uttan tó at talan var um nakra vanlukku. Tað var stuttligt at hoyra hann veruliga bera sangin fram, og til tíðir sum ein sjónleikari tulka partar og smálutir í tekstinum.
Alt í alt eitt tónlistarligt avbera gott kvøld, sum vísir, at við kønari vegleiðing uttaneftir og samstarvi við grannarnar ?Eru vit á ferð?.
ZS