Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Harumframt er bóklingurin eisini viðkomandi hjá stovnum, ráðgevum og ábyrgdarpersónum, ið hava tilknýti til fólkaskúlan, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið á síni heimasíðu..
Tilfarið er vegleiðandi og ætlað sum íblástur. Lýst verða øki, sum eru viðkomadi, í sambandi við at næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, byrja í skúlanum, m.a. karmar og skipanir í fólkaskúlanum, móttøka, skúlabyrjan, trivnaður, foreldrasamstarv og at leggja undirvísingina til rættis. Harumframt eru dømi um undirvísingarmiðlar, sum lærarar nýta í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.
Bóklingurin tekur støði í føroyskum viðurskiftum og er gjørdur í samstarvi millum Mentamálaráðið og Útlendingastovuna við íblástri frá lærarum, ið undirvísa tvímæltum næmingum og serkønum innan trivnað og tvímæli. Harumframt er hugt eftir skipanum í okkara grannalondum.
Fyrispurningar ella viðmerkingar til bóklingin kunnu sendast til ummr@ummr.fo.
Sí bóklingin: Tvímæltar næmingar í føroyska fólkaskúlanum