-Eitt landsstýrisfólk skal eftir mínum tykki ikki vera fakmaður innan sítt málsøki. Lat okkum siga, at ein reiðari ella skipari hevur fiskivinnumál ella ein lærari umsitir skúlamál, so kunnu tey skjótt fáa trupulleikar við fría seg frá bindingunum til tað umhvørvið, tey koma frá. Hinvegin um ein byggiharri fær ábyrgdina av fiskivinnumálum, so er hann kanska til reiðar at hugsa meira ótraditionelt og finna nýggjar loysnir.
Orðini eigur fyrrverandi fiskivinnustjórin, Kjartan Hoydal. Frá 1986 til 1996 sat hann sum fiskivinnustjóri í føroysku miðfyrisitingini, og hann hevur tískil roynt at arbeitt undir fleiri ymiskum landsstýrismonnum.
-Tað er ikki tað, ein landsstýrismaður hevur lært bókliga, sum ger av, um hann er ein góður politikari. Tað eru so nógvar aðrar royndir, ein landsstýrismaður kann draga upp á, enn tað bókliga. Krevst ein faklig vitan til eitt ávíst landsstýrismannaøkið, so skal landsstýrismaðurin hava eina umsiting, sum skal veita honum fakligu vitanina. Eitt nú hava vit fleiri dømi um, at nakrir av okkara bestu landsstýrismonnum gjøgnum tíðina ikki vóru serliga kunnugir vit tað økið, teir vórðu settir at umsita, heldur fyrrverandi fiskivinnustjórin.
Í Sosialinum leygardagin varð útbúgvingarstøðið hjá landsstýrismonnunum viðgjørt. Í blaðnum varð staðfest, at útbúgvingarstøðið hjá ráðharrum í Danmark, Svøríki, Noreg og Íslandi er grundleggjandi øðrvísi , enn hjá teimum sjey landsstýrisfólkunum í Føroyum.
Meðan nógv størsti parturin av øllum ráðharrum í Norðanlondum hava lokið akademiskt prógv er myndin øðrvísi í Føroyum. Millum annað kann nevnast, at meir enn helmingurin av landsstýrismanningini hevur útbúgving sum fólkaskúlalærarar.
Ótrúliga sjálvstøðugir
Kjartan Hoydal arbeiddi í tíðarskeiðnum sum fiskivinnustjóri undir fleiri ymiskum landsstýrisfólki, bæði við og uttan útbúgving. Hann er av teirri áskoðan, at føroysk landsstýrisfólk eru rættiliga sjálvstøðug.
-Mínar royndir við føroyskum landsstýrisfólki eru, at tey eru ótrúliga sjálvstøðug, og hava eina góða kenslu fyri, hvat rørir seg millum fólkið. Teir hava eisini gott samband, og fylgja væl við tí fólki, tey umboða. Hesir eginleikar gera eftir mínum tykki, at teir ikki eru so lættir at flyta, um tað er nakað sum býður teimum ímóti, heldur hann.
Kjartan leggur dent á, at føroyska miðfyrisitingin var øðrvísi skipað, tá hann sat sum fiskivinnustjóri, og at hansara útsagnir byggja á sínar persónligu royndir undir kollegialu skipanini.
Tá tann bókligi førleikin ikki hevur stórvegis týdning fyri heildaravrikið hjá einum landsstýrismanni, spyrja vit Kjartan Hoydal, hvørjir aðrir eginleikar eru týdningarmiklir:
-Tað hevur nakað við, at fólk eru stór og sterk politiskt, og hava ein politiska ætlan og duga at argumentera fyri henni. Teir skulu eisini duga at arbeiða við hinum politikarunum og duga at selja sín politikk, svarar hann.
Politisk embætisfólk
Í Sosialinum leygardagin nevndu bæði Hans Engell og Finnbogi Ísakson, at føroysk embætisfólk vóru ofta í so skjót at stinga nøsina fram, sum teir málbóru seg. Báðir mettu, at føroysk embætisfólk til tíðir vóru nakað skjót at taka politikaran av ræði, og sjálvi føra politikk fyri landsstýrismannin.
Hava Hans Engell og Finnbogi Ísakson grein í sínum máli?
-Tað er altíð ein vandi fyri, at embætisfólk síggja tað sum sína uppgávu at tæna ávísum bólkum innan fyri tey málsøki, tey arbeiða við. Í Føroyum hevur tú eisini dømi um hetta, men tá hevur talan ikki verið um partapolitisk ørindi, men kanska heldur hevur embætisfólkið runnið ørindi fyri ávísar áhugabólkar og samfelagsbólkar. Eg haldi kortini ikki hetta hevur verið ein stórvegis trupulleiki í føroyski miðfyrisitingini, og við rímuligari skipan og eftirliti eigur hetta ikki at vera nakar trupulleiki, heldur Kjartan Hoydal, sum hevur drúgvar royndir í føroyska embætisverkinum.
Kjartan Hoydal hevur ongantíð dult fyri at hann er vinstrahallur og stuðlar Tjóðveldisflokkinum. Spurdur um hansara kenda politiska útgangsstøðið var nakar trupulleiki, tá hann sat sum fiskivinnustjóri, svarar hann:
-Eg havi onkuntíð fingið viðmerkingar fyri at úttala meg alment yvirfyri fjølmiðlunum, og viðhvørt hvassar viðmerkingar, men tað er ein javnvágargongd. Okkurt níst hevur eisini verið um at ov nógv hevur verið tilmælt ella viðmerkt innanhýsis í landsstýrinum, men eg haldi ikki tað hevur verið ein forðing fyri samstarvið við skiftandi landsstýrismenn.
Mynd: Stabbamynd.
Citat: -Tað er langt frá nøktandi, at landsstýrismaðurin er fakliga væl fyri. Nógv meira avgerandi, er tað, um landsstýrismaðurin ella ráðharrin hevur skil og virðing fyri fólkaræðinum og fyrisitingarligari góðsku.
Súni á Dalbø, samfelagsfrøðingur í Sosialinum 16. juli
Tú mást endiliga ikki halda, at tann føroyska skipanin hevði riggað betur, um tað bara komu eitt stórt tal av akademikarum inn í løgtingi og landsstýrið, sigur hann.
Hans Engell, fyrrverandi løgmála- og verjumálaráðharri í Sosialinum 16. juli