Í sambandi við bókadagarnar í Keypmannahavn og bókamessuna í Forum hevur Føroyahúsið í Keypmannahavn skipað fyri føroyskum bókadøgum frá 17. til 19. novembur.
Forlagið Glint tekur lut í hesum tiltaki, og nú leygardagin klokkan fýra verður bókin “Dávur í Tjørnuvík: Lívssøga 1937-1966” løgd fram í Føroyahúsinum.
Fyrst fer Sveinur Ísheim Tummasson, sum hevur skrivað bøkurnar um Dáva, at siga nøkur orð um arbeiðið. Hann fer eisini at vísa onkra upptøku av Dáva á stórskíggja, har hann sigur frá onkrari søgu. Høvi verður at seta spurningar.
Síðan fer kendur føroyskur vísusangari at syngja.
Suni á Dalbø flytur nú fram stuttan fyrilestur um aktualitetin í einari ævisøgu sum hesari. Suni á Dalbø er sosiologur og arbeiðir á hægsta stigi í altjóðagjørdu “heimsbygdini”. Hvat kann ein gamal tjørnuvíkingur siga honum?
Vísusangarin endar tiltakið.