Bókatíðindi: Óforsvarligt!

Hvat er í grundini galið við, at ítróttarfólk dopa seg? Og hví skal tað vera ólógligt at selja eitt atgongumerki víðari við vinningi? Ella hví ikki bara lata rockarar drepa hvønnannan, um tað er tað, teir vilja?
Í eini røð av gløggum og tankavekjandi styttri greinum í Weekendavísini hevur Christopher Arzrouni vart sjálvt ringastu brotsmenn og provokerað stórt sæð allar frelstar sannføringar um umstrídd evni. Sera undirhaldandi greinarnar hjá Arzrouni eru nú savnaðar í bókini Helt uforsvarligt!, sum Gyldendal gav út mikudagin.