Bókaframløga í Ribarhúsi í Fuglafirði

Nýggja bókin “Lívið - eitt undur” verður alment løgd fram í Ribarhúsi í Fuglafirði í morgin, sunnudagin 18. november klokkan 15-17.

Við framløguna fara Monika Stauss Joensen á violin og Dánjal Eysturstein á klaver at splæla nøkur løg, og eisini verður ein drekkamunnur at fáa.

“Lívið – eitt undur” eftir amerikanska læknan, Robert G. Wells og rithøvundan, Ken Gire, er týdd úr týskum og enskum til føroyskt av Moniku Stauss Joensen við stuðli frá øðrum.

Bókin er 170 blaðsíður við 40 síðum av litmyndum.

- Teksturin lýsir menningina hjá barninum viku fyri viku. Umframt litmyndirnar hjá heimskenda, svenska myndatøkumanninum, Lennart Nilsson, hevur Kristfríð Tyril tikið tær føroysku myndirnar, soleiðis at tær hóska til hvørja viku og hava samband við tekstin.

Tað sigur forlagið Leirkerið, sum gevur bókina út.