Orð og myndir : Dánjal P. Højgaard
Kvinnudagin 8. mars kom út ein bók um 1000 føroyskar kvinnur frá 1912-2007 – og nakrar mans eisini. Bókin varð løgd fram fyri almenningin í gjár seinnapartin, tá móttøka var í húsunum hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum seinnapartin. Væl av fólki møtti upp til hátíðarhaldið har Jana H. Dalsgaard, forkvinna, beyð vælkomin og segði nøkur orð um arbeiðið við bókini.
Nevndin í felagnum  Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar samtykti at fara undir bókaverkið fyri seks árum síðani. Arbeitt hevur verið eftir líknandi leisti, sum við bókini um føroyskar lærarar. Men tað hevur eisini staðið teimum, ið hava svarað, frítt at taka við ymsar upplýsningar av týdningi. Hetta ger bókina fjølbroytta og áhugaverda at lesa. Spurnarbløð eru send út til so nógvar føroyskar sjúkrasystrar ella og - røktarfrøðingar sum gjørligt, umframt at lýst hevur verið í bløðum bæði her heima og uttanlands. Bókin er við hesum ein byrjan at lýsa hendan partin af føroyskari kvinnusøgu. 
Hugtakandi er at síggja, hvussu víða føroyskar sjúkrasystrar hava verið. Tær hava røktað og grøtt fólk um allan heim; í friðartíð eins og í kríggi.
Nakrar vóru til dømis í Týsklandi undir seinna Heimsbardaga, onkur í Finsk-Russiska krígnum o.s.fr. Men størsti parturin av arbeiði teirra hevur tó verið her heima á klettunum. 
Tær vóru ofta við til at taka ímóti teimum nýføddu, røktaðu tey sjúku og skaddu, sótu við sóttarsong – og sveipaðu tey deyðu í seinasta búnan. Ein fakligur bólkur, ið eitt samfelag ikki kann vera fyri uttan. Tí er tað gleðiligt og sømiligt, at skjøtil nú endiliga er settur á at lýsa lív og lagnur hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.
Bókin er prentað á Føroyaprent og kemur í bókabúðirnar í næstum. Niels JákupThomsen, Marna Jacobsen og Turid Kjølbro frá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava ritstjórnað. Staðið fyri innsavning av tilfari fyri felagið hava Hansa Christiansen, Hervør Eidesgaard og Jana H. Dalsgaard.









