Bók um mannarættindi

Leygardagin er altjóða ST-dagur. Samstundis sendir føroyska deildin hjá Amnesty International nýggja bók á marknaðin.

Mannarættindi

Bókin viðger mannarættindi úr mentanarligum, sosialum, búskaparligum, politiskum og løgfrøðiligum sjónarhornum. Bókin er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, og kann hon tí verða eitt týdningarmikið íkast til føroyska kjakið um mannarættindi framyvir.

Greinirnar eru skrivaðar av føroyskum serfrøðingum, ið hava fakligar og praktiskar royndir í altjóða mannarættindaspurningum. Heldur enn at týða útlendska bókaútgávu hevur Amnesty International Føroya deild valt at skapa eitt sjálvstøðugt verk, ið hóskar til føroyskar lesarar og føroysk samfelagsviðurskifti, verður sagt í tíðindaskrivi.
Átta kapitlar eru í bókini, og teir taka lesaran á ferð ígjøgnum ST-stovnin og útvaldar mannarættindasáttmálar.
Bókin er serliga ætlað teimum, ið eru á hægsta stigi í miðnámsskúlum og á byrjanarstigi á hægri lærustovnum. Eisini er bókin væl egnað sum bakgrundslesnaður hjá fjølmiðlum og starvsfólki í umsitingini, ið starvast við mannarættindum.
Greinasavnið er harumframt kærkomið hjá øllum, ið vilja ogna sær størri og neyvari innlit um altjóða mannarættindaviðurskifti. Bókin verður útgivin á forlagnum Fróðskapi.
Høvi verður hjá fólki at síggja bókina á tiltakinum, sum Javnstøðunevndini og Demokratia skipa fyri, um CEDAW, sum er kvinnusáttmálin, í Norðurlandahúsinum ST dagin leygardagin 24. Oktober.