Bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum verður longri

Í einum skrivi, sent til læknar, deildir á sjúkrahúsinum og onnur í síðstu viku, og sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í, verður upplýst, at eingin fastur røntgenlækni verður á deildini frá 1. juni. 

- Frá 1. juni 2016 er eingin fastur røntgenlækni á Røntgendeildini, og hetta kemur at ávirka arbeiðið á deildini, stendur at lesa í brævinum, ið er undirskrivað av Jógvani Dahl Niclasen, leiðandi yvirlækna, og Ragnu Reinert, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi.

 

Í brævinum verður eisini upplýst, at sjúklingar kunnu vænta, at bíðitíðir til at sleppa framat í deildini verða longri framyvir.

- Svartíðin av kanningum verður longri enn í dag. Bíðitíðin til kanningar verður longri, her er serliga talan um ultraljóðkanningar. Hendan broyting fer helst eisini at hava aðrar avleiðingar við sær, stendur í brævinum.

 

Í Sosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í miðstaðarøkinum í kvøld og sum verður borin í hvørt hús í landinum í morgin, eru viðmerkingar frá Páli Weihe, formanni í føroyska læknafelagnum, Jógvani Dahl Niclasen, sum er røntgenlæknin, sum fer frá, og Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra.

 

Jógvan Dahl Niclasen sigur, at læknamangulin er um at blíva ein akuttur trupulleiki, meðan Pál Weihe sigur, at vandi er fyri, at alt skramblar saman. Les meiri í Sosialinum í morgin.