Um tríggjar mánaðir er ætlanin at seta spakan í til at gera íbúðir til fólk við serligum tørvi í Klaksvík og í Eysturoy.
Tað upplýsir Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri Løgtinginum í morgun.
Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum vildi vita vita, nær íbúðirnar verða veruleiki, tí tær hava verið so leingi á veg.
Annika Olsen ásannaði, at hetta hevur gingið longri tíð enn ætlað.
Men um ein mánað, ella so, verður arbeiðið boðið út og um miðjan mai er ætlanin, at tað skal vera klárt at seta spakan í.
Landsstýriskvinnan leggur afturat, at tað tekur umleið eitt ár at byggja íbúðirnar.