Báðir partar við nýggjum venjara

Bæði EB/Streymur og KÍ hava nýggjar mans við róðrið sunnudagin, men dyggasti smeiturin hjá KÍ er, at tað er ógvuliga ivasamt, um Jákup Mikkelsen kann spæla

Tá ið klaksvíkingar vandu ólavsøkuaftan, varð landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen skaddur. Síðani hevur hann ikki verið førur fyri at venja, og tað er sera ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í Streymnesi sunnudagin. Um Jákup ikki verður við, so verður tað 17 ára gamli Eilif Arge, ið fer at verja KÍ málið.

Talan er um vøddaskaða í lærinum. Jákup hevur fingið viðgerð síðani mikudagin. Talan er um kapping við tíðina, og tað tykist ganga rætta vegin. Men í Klaksvík høvdu tey fyrrapartin ikki serliga gott mót um, at tað skal ganga so skjótt, at Jákup verður førur fyri at spæla longu sunnudagin.

Vongverjin í vinstru, Jógvan Isaksen, verður heilt víst ikki við. Hann sá gult í Sørvági og er tí leikbannaður. Heldur ikki venjarin Alexander Djordjevic verður við á KÍ beinkinum. Hann er staddur uttanlands, og tí verður tað Eyðun Klakstein, sum fer at hava ábyrgdina av KÍ liðnum.

Hjá EB/Streymi er hinvegin betri vorið. Venjarin er útskiftur og allir mans eru tøkir. Tað kemur væl við, tí ein sigur á KÍ má metast at vera eitt krav.

Hetta skuldi heldur ikki verið ein ógjørlig uppgáva, tí eftir tapið í steypafinaluni eru heimamenninir svangir eftir at prógva, at teir framvegis teljast millum landsins bestu lið.