Bæði Tróndur og Janus eru skaddir

Venjararnir hjá manslandsliðnum í hondbólti eru eitt sindur í døpurhuga, nú landsliðið í annaðkvøld spælir heimadyst í EM-undankappingini ímóti Sveis. Orsøkin er, at tveir av týdningarmiklu spælarunum ikki fáa spælt.

? Vit hava fingið eitt lítið sindur av trupulleikum, tí báðir spælskipararnir, Tróndur Kragesteen og Janus Sørensen, hava fingið skaðar teir seinastu dagarnar. Tróndur hevur trupulleikar við økslini og skotarminum hjá sær, og Janus hevur meira trupulleikar við lyskuni og niðri í beininum, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Nielsen venur manslandsliðið.

? Teir báðar skulu vit ikki vænta at síggja í dystinum ímóti Sveis í annaðkvøld, so vit koma at gera onkrar sovorðnar smávegis rokeringar á liðnum. Men eg skal viðganga, at tað ger tað eitt sindur trupult, at tað júst eru teir báðir spælskipararnir, ið nú sita uttanfyri.