Hvussu ber tað til, at meðan Almanna- og Heilsumálastýrið bólgnar av fólki so bara vaksa trupulleikarnir í sjálvum verkinum? vildi Jógvan við Keldu hava at vita frá heilsumálaráðharranum, og verður svarað, at tað var úrslitið av bygnaðaruppskotinum hjá Finn Norman Christensen, sum avgjørdi, at umsitingin innan sjúkrahúsverkið, á Almannastovuni, hjá Sjúkrahússtjóranum og táverandi Almanna- og heilsudeildini í Tinganesi skuldi øll leggjast saman til eitt stýri. Tað er nú gjørt. Talan er ikki um fleiri fólk, men um tey somu fólkini, sum nú eru sett eitt stað.
Í øðrum spurningi vildi spyrjarin hava at vita, hví sjúkrahúsleiðarin á Landssjúkrahúsinum ger tað trupult hjá yvirlæknum at ferðast millum sjúrkahúsini, og svarar heilsumálaráðharrin, at á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eingin kirurgiskur yvirlækni settur. Tað er av vælvild, at sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur skipað so fyri, at tað framhaldandi er kirurgisk vakt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí tað eru læknarnir á Landssjúkrahúsinum, sum reka vaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Um so var, at læknarnir á Landssjúkrahúsinum ikki røktu læknauppgávur í Klaksvík, so hevði eingin kirurgi verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Nevnd sett
Og hví Almanna- og Heilsumálastýrið ikki vil seta kirurg á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hóast umsøkjari er, svarar Helena Dam á Neystabø, at Almanna- og heilsumálastýrið leggur seg ikki út í setan av skurðlæknum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum sjálvt setir skurðlæknar. Bert tá talan er um yvirlæknar, eisini um yvirlæknar í kirurgi, ið verða settir sum tænastumenn, er tað landsstýrismaðurin, sum setur og ikki Klaksvíkar Sjúkrahús.
Viðvíkjandi spurninginum, hví Landssjúkrahúsið altíð fær so nógv meiri enn Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur heilsumálaráðharrin seg hava mælt til, at serstøk tólakonto verður stovnsett til øll 3 sjúkrahúsini, við tí endamáli at samskipa neyðugar íløgur av hesum slagi. Eg vil fegin enn einaferð fegnast um, at Løgtingið gjørdi av at játta pening til hesa konto fyri øll 3 sjúkrahúsini á fíggjarlógini í ár. Henda konto fer at verða umsitin av einari nevnd við fólki frá øllum 3 sjúkrahúsunum.
At enda vildi Jógvan við Keldu hava at vita, um allir deildarleiðarar í Almanna- og Heilsumálastýrinum koma av Landssjúkrahúsinum, og svarar heilsumálaráðharrin, at deildarstjórarnir í Almanna- og heilsumálastýrinum eru settir sambært lýsing og millum teir umsøkjarar, sum vóru best kvalifiseraðir.
? Eg skal nýta høvi til at upplýsa, at Almanna- og heilsumálastýrið hevur verið sera heppið at fingið dugnaligar og arbeiðssamar deildarstjórar. At enda kann upplýsast, at tann eini av teimum hevur havt eitt leiðandi starv á Landssjúkrahúsinum, svarar Helena Dam á Neystabø.