Vandin fyri einum nýggjum skriðulopið hevur fingið grønlendsku myndugleikarnar at evakuera fólk í fleiri bygdum.
- Tað verður mett, at tað framvegis er vandi fyri skriðulopið í firðum við Uummanaq, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Eftir at áður hava evakuerað íbúgvar í Illorsuit, var í nátt avgerð tikin um at gera tað sama fyri íbúgvararnar í Niagornat.
- Íbúgvarar í Niagornat gera seg til reiðar at fara. Tey kunnu einans taka tað mest neyðturviliga við, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Seint í gjárkvøldið vóru íbúgvararnir í Illorsuit evakueraðir við tyrlu. Tann burturflytingin er liðug nú, og allir íbúgvararnir eru í løtuni umboð á skipinum Vædderen, sum Arktisk kommando eigir.
Vandin er heldur ikki av fyri fleiri av íbúgvunum í bygdin á grønlendsku vestursíðuni. Tí bæði í Saattut, Ukkusisaat og Qaarsuut verður hildið eyga við vatnstandinum. Um broyting sæst, ella sirena ljóðar, skulu íbúgvararnir fara í fjøllini alt fyri eitt.
Flóðaldan frá leygardegnum verður mett at koma frá skriðulopið av einum fjalli. Eftir hetta vóru fleiri bygningar skolaðir burtur, og framvegis eru fýra fólk saknað.
/ritzau/