Bíblian og sexologurin frá 14-01-2008

Tá ið eg sat og las í sosialinum tað eina kvøldið, so las eg greinina ”Bíblian og sexologurin”. Eg øtaðist yvir, hvussu skeivur man kann fara, og alíkavæl senda tað í bløðini

Tað var ikki skrivað um mentanina í tí landinum, hesi fólkini vóru frá; tað var heldur ikki skrivað um avleiðingarnar sum tey fingu.

Og allur tann ómoralur, sum tú skrivar at stendur í Bíbliuni; tú skrivar ikki at tað stendur sum áminingar. (Hvat man skal gera, og ikki gera.)

So kemur tú við einum so tápiligum svari, har tú sigur at Jónatan og David kystust, og so má David vera samkyndur.

Tað løgna við tí er, at tú skrivar bæði hvar tað stendur, kapitlar og vers. Læt meg taka eitt dømi hjá tær sjálvum. Tú skrivar at tað stendur í 1. Sám.19.1, at teir báðir hava onki ímót at kyssast framanfyri ørðum.

Tað vil siga at tú hevur ikki funnið hatta í Bíbliuni, tí tað stendur í 1.Sám.19.1: ”Saul tosadi vid son sín Jónatan, og við allar tænarar sínar um at drepa Dávid. Men Jónatan, sonur Saul, var ógvuliga góður við Dávid”.

At Jónatan var gódur við Dávid hevur onki sum helst at gera við at David var samkyndur.

Og tað næsta sum tú skrivar, og tú vísir eisini enntá hvar tað stendur. Lat meg taka tað orðarætt sum tú sjálvur skrivar um 1.Sám.18.2-4. Tú skrivar soleiðis um tað serliga forholdið sum Jónatan og Dávid hava:

”Jónatan dámar væl at vera nakin framanfyri Dávidi, kanska tí hann var ógvuliga góður við hann.”

Men í Bíbliuni stendur tað soleiðis skrivað í 1.Sám.18.2-4: ”Sama dag tók Saul hann til sín og gav honum ikki loyvi at fara heimaftur til faðir sín. Jónatan gjørdi sáttmála við Dávid, tí hann elskaði hann sum sína egnu sál. Jónatan læt seg úr kappanum, sum hann var í, og gav Dávidi hann, somuleiðis herklæði síni, ja, enntá svørð sítt, boga sín og belti sítt”.

Har stendur ongastaðni, at Jónatan dámar væl at vera nakin framan fyri Dávidi. Dávid fekk alt hatta frá Jónatani, tá Dávid drap Goliat; tað kanst tú lesa í kapitlinum framanundan. Hatta bleiv givið, tí Jónatan hevði gjørt sáttmála við Dávid. Í hasari mentanini skuldi tú geva okkurt at minna teg á sáttmálan; í hasari mentanini skuldi man ikki geva hond uppá nakað, men lutir blivu givnir burt, til at minna teg á sáttmálan.

Her stendur eitt sindur um klædini:

1: Kappin. Jónatan var sonurin hjá konginum, tað vil siga at hann hevði kappan útyvir herklæðini, sum siður var hjá kongssoninum, tá ið bardagin var liðugur.

2: Herklæðini. Tey fekk Dávid, tí hann hevði prógvað seg at vera ein verdigur hermaður. Og herklæðini hevði man ikki útyvir sítt bera hold; tey vóru til at verja móti stoytum og sløgum; og hann fekk bæði svørð, og boga og belti hansara. (Jónatans.)

Eitt skal eg geva tær rætt í, Tað er at Jónatan var góður við Dávid, ja meiri enn sína egnu sál. Vil tað siga, at hann var samkyndur? Í týðingini hjá Jákup Dahl stendur skrivað í 1.Sám.18.3, at ”Jónatan gjørdi fostbrøðralag við Dávid”, tað vil siga, at tað var bróðurkærleiki millum teir, og sum vil siga, at teir elskaðu hvønn annan sum brøður.

Og um eg nú broyti evni; tú skrivar eisini um døtur Lots, at tær drukku hann skít, og fóru í song við pápa sínum, og fingu barn við honum. Ja, tær drukku hann skít, og tær fóru í song við honum; og tú skrivar at Lot var villigur at geva døtrarnar upp, heldur enn menninar, tá ið hann var í Sodomu, men tú skrivar ikki hví. Alt hatta stendur í 1.Mós.19.

Soleiðis stendur tað í 1.Mós.19: ”Tá ið Lot møtti teimum báðum einglunum, sum komu til Sodoma, segði hann: ”Harrar mínir”. Tað vil siga, at Lot var undir teirra autoriteti. Men um tú lesur í Jákup Dahls týðing, sigur Lot við teir: ”Komið og gistið hjá træli tínum”, Lot sjálvum. Ein trælur er undir harra sínum. Lot kundi ikki annað enn at geva tær upp, men einglarnir sjálvir hjálptu Lot og blindaðu teir sum stóðu fyri uttan; síðani koyrdu einglarnir Lot og konuna og døtrarnar úr býnum, og útslettaðu býin heilt; býurin bleiv brendur upp. Men Lot bleiv ikki tann sami aftur; hann fór til býin Zóar, men hann tordi ikki at vera har, orsakað av tí sum var hent, so hann flutti niðan til fjallalandið, har sum hellurnar vóru, og búði har saman vid døtrunum. Tað var tann eldra dótturin sum segði: ”Vit koma aldri aftur at møta kallmanni og fáa avkom, kom so og drekki pápan druknan, so at hann ikki sansar tað, so fáa vit avkom við honum”; og tær báðar gjørdu tað. Men hygg í Esaias 15, hvat Gud sigur um Móab. Eftir eina nátt verður Móab oytt. Avkomið hjá tí eldru systirini var ættarfaðir hjá Móab. Og hjá tí yngru var tad Ben-Ammi, attarfaðir hjá Ammonitum; Jeremia 48 sigur: ”Tá ið eg lati herróp rópa í Ammonslandi, tað skal vera oyðin eyrdungi”. Sum sagt áminningar.

So vil eg vísa á, hvat tú sigur um tær hertiknu kvinnurnar. Læt meg taka tað orðarætt sum tú sjálvur sigur. Soleiðis skrivar tú:

”Í 5. Mós. Kapitul. 22. lesa vit, at tað einasta sum eitt mannfólk skal gera, fyri at fáa hendur á eini kvinnu hann hevur hug á, er at neyðtaka hana. "Revsingin" fyri neyðtøku er nemmiliga tann, at maðurin skal gifta seg við kvinnuni, umframt at gjalda pápa henara eina viðbót. Hetta var Guðs leiðbeining til jødarnir í oydimørkini.”

Og tú skrivar at hatta var Guðs leiðbeining. Tað kann eg gott siga tær, hatta er ein lygn sum tú kemur við, og hatta er tín egna leiðbeining.

Tí í Bíbliuni stendur tað soleiðis í 5. Mós. 22.; tí har stendur, at neyðtekur ein maður eina kvinnu, so er hann bundin alt lívið, til at taka sær av henni, hava hana sum konu, um honum dámar hana ella ikki, so er hann stadigvekk bundin til at taka sær av henni alt lívið. Gott nokk skuldi hann betala pápanum viðbót, men tað var 50 seklar í silvuri, tað var ikki tespiligt at fáa eina sovorðna bót tá í tíðini.

So út frá Bíbliuni er hatta strangari dómur enn voldtektsforbrytarar fáa í dag.

Fyri tað næsta er kapitul 22 ein áminingar kapitul, tað vil siga at gert tú hetta, so skal hatta koma útyvir teg.

Og tað næsta sum tú skrivar er hetta: tú sigur at hetta er frá 5. Mós. 21, at har leiðbeinir Gud jødarnar, hvussu teir eiga at bera seg at í eini krígsstøðu; um so er teir fáa eyga á onkra vakra kvinnu millum krígs fangarnar, so stendur tað frítt at taka hana til sín, og gera við hana sum teimum lystir.

Tað sum eg undrist á, er hvar tú hevur lisið hatta. Tú skrivar, at hatta er frá Bíbliuni, men tað er einn lygn. Tí soleiðis stendur tað í Bíbliuni, frá somu bók og sama kapitli sum tú sigur tað stendur í, forrestin er tað frá 5. Mós. 21, 10-14. Um ein maður var góður við eina kvinnu millum tey hertiknu, ikki voldtiknu men hertiknu, har er stórur munur á, so skal hann fyrst lata hana sleppa at syrgja pápa sín, og móður sína, í ein heilan mánað, og vil maðurin ikki hava hana alíkavæl, so skal hann lata hana vera fría, hann skal ikki lata hana vera trælkvinnu, og heldur ikki selja hana fyri pening.

Forrestin hevur tú blandað kapitul 21 og 22 saman.

Eg havi ikki skrivað nógv um sexologin. Um tú ert so keddur av, at ongin sexologur er í Dimmu, sum tú sjálvur sigur, so avtala tær eina tíð við einum. Men dragsa ikki bæði Bíbliuna og tey krisnu uppí tað. Fyri tað næsta, so hevur tú ikki ánilsi av, hvat stendur í Bíbliuni. Tad eru 30.442 versir í Bíbliuni; tú kláraði ikki at útgreina eitt av teimum. Tað er nógv annað, sum eg hevði kunnað viðmerkt til tína grein, men eg haldi at ein endi má koma. Og tað síðsta sum eg vil siga er, áðrenn tú kallar Bíbliuna fyri ”pervers spýggjilig óhumsk bók”, og vil hava 18 ára aldursmark á hana, vælsignaði les í henni áðrenn tú sigur hvussu ring hon er, kanska lærir tú okkurt.