Tað var Hin Føroyski Bíbliugrunnurin, sum varð settur á stovn tann 28. november 1948, sum gav Bíbliuna út. Tá vóru eini 20 ár liðin síðani Victor Danielsen fór undir at týða og geva út partar av Bíbliuni. Nýggja Testamentið kom út í 1937.
Tað eru tvær fullfíggjaðar føroyskar umsetingar av Bíbliuni á føroyskum, onnur umsett av Victori Danielsen (1894-1961) og hin av Jákupi Dahl (1878-1944) og Kristian Osvaldi Viderø (1906-1991).
Umsetingarnar vórðu fullfíggjaðar ávíkavist í 1949 og 1961.
-red