Fara vit at taka alt burtur í bíbliuni, sum handlar um dóm Guds yvir gudloysi, verður ikki nógv eftir, tað veit ein og hvør, sum kennir sína bíbliu. Jú vissuliga er øll bíblian frá Gudi og ikki bert partar av henni. Vit mugu góðtaka alt, sum skrivað stendur. Eisini tað sum vit helst vildu sloppi frá at góðtaka, tí tað tykist so ræðuligt at hugsa um, sum menniskja. Gud er so langt omanfyri okkum, vit mugu ikki ditta okkum til at seta hann uppá pláss. Hann hevur opinbera seg so týðuliga fyri okkum menniskjum gjøgnum sína tigandi talu, skapanarverkið, og gjøgnum sítt innblásta orð , skriftirnar. Har talar hann ,við profetum sínum í gamla testamenti og ápostlum sínum í nýggja testamenti, til okkum menniskju. Har sigur hann okkum, hvussu heilagur hann er, har kunngerð hann sínar ræðuligu dómar, fyri at fá menniskja at venda við, men har hevur hann eisini sagt okkum frá tí frelsu, sum hann gevur óforskilt fyri einki, til ein og hvønn, sum tekur við henni. Tá ið vit hugsa um teir ræðuligu dómar, sum bíblian sigur frá, eigur tað at venda tonkum okkara til líðingar Kristusar, teir ræðuleikar, sum Jesus Kristus mátti ígjøgnum júst fyri at bjarga okkum undan dómi Guds.
Jú dómarnir, sum vit lesa um í bíbliuni komu yvir menniskju fyri syndir sum vóru gjørdar, og teir dómar, sum bíða hesum heimi fara vissuliga at koma, soleiðis sum skriftirnar siga okkum.
Viðhvørt verður sagt um menniskju, at tey eru so dømandi. Víst verður á Jesus, sum elskaði og hevur sagt, at vit skulu elska osf.. Men eingin hevur tosa meiri álvarsligt um dóm enn nettup Jesus. Tað er eisini Jesus sjálvur ,sum sigur, at eins og tað var á døgum Nóa og Lots, soleiðis skal verða á døgum menniskjasonarins. Lat okkum ikki gloyma hatta. Tað stendur ein øðiligur dómur fyri framman. Europa sleppir ikki undan. Einasta vón fyri okkum er at venda við og trúgva á Jesus til fyrigeving syndana. Hjá honum eru vit trygg,nýtast ikki at óttast fyri tí,sum kemur yvir henda heim. Jesus sigur tað soleiðis, tá ið hann talar um endatíðina: “Men tá ið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðartíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða. Markus 13,7.
Tí er umráðandi at flýggja til Kristus, ongantíð ov skjótt. Hann gav sítt lív fyri at bjarga okkum undan dóminum.