Ein nýggj svensk bíblia fyri konfirmantar er nominerað til tveir teir størstu designaraheiðurslønirnar í Svøríki.
- Henda heiðurslønin fyri sniðgevar er at meta sum Oscar-heiðurslønin í Svøríki, sigur Kristina Wanblom, forlagsleiðari hjá Verbum Forlag.
Nýggja svenska konfirmanta-bíblian er nominerað bæði til Svenska Publishingspriset og Svenska Designerpriset.
Dómsnevndin fer serliga at hyggja eftir grafiskum formi og uppseting, informativum innihaldi og at bókin hóskar til málbólkin.
- Tað er stórt at verða nominerað, sigur forleggjarin.
Teksturin til konfirmantabíbliuna er tikin úr Bibel 2000, ið er ein týðing sum varð givin út í samband við aldarskiftið. Byrjað verður við eini 30 síður langari innføring um bíbliuna, fyri tey ið ikki hava lisið í henni áður.
Bíbliuteksturin er kryddraður við tónleiki og filmsbrotum sum taka upp somu evni sum teksturin.
18. oktober verður greitt um henda konfirmanta-bíblian fær nakra heiðursløn og hvussu nógvar.
(Myndin: Dømi úr nýggju konfirmanta-bíbliuni)