Tað er ikki hissini avrik, ið tann nú 82 ára gamli fyrrverandi Kvívíkspresturin, Axel Tórgarð, hevur staðið fyri seinnu árini. Hóast nógv merktur av sjúku, hevur hann týtt øll trý bindini í røðini um Ringanna Harra.
Alt er skrivað við hond
Tað er forlagið Stiðin, ið hevur givið allar tríggjar føroysku týðingarnar út, og Zakarias Wang frá forlagnum segði á tíðindafundi í morgun, tá ið bókin bleiv løgd fram alment, at tað eru fleiri persónum fyri at takka, at bókin er veruleiki.
- Ikki minst eigur sonurin Hans ein stóran part av heiðurinum fyri, at vit nú standa við bókini í hondini. Meðan Axel hevur gjørt allar týðingar á gamlan hátt og skriva tær niður við hond, so hevur Hans aftaná fingið tær inn á telduna. Eisini hevur hann gjørt allar tekningarnar, ið eru í bókini við føroyskum nøvnum, greiddi Zakarias Wang frá á tíðindafundinum í gamla bókahandli.
Zakarias Wang hugleiddi eisini um vitjar sínar í heiminum hjá teimum báðum, Axel og konuni Margretu, í heimi teirra í Kvívík, og hann fortaldi um onkra stuttliga hending í hesum sambandi. Einaferð hevði hann spurt Axel, um hann ikki var troyttur av at sita og skriva, men fyrrverandi presturin svaraði honum: " Eg geri tað sama, sum eg altíð havi gjørt. Tá ið eg arbeiddi sum prestur, skrivaði eg bara prædikur ístaðin".
Bókarøðin um Ringanna Harra er týdd til nógv mál, og sambært Zakarias Wang snýr tað seg um áleið 40 mál í heimshøpi. Tá ið Zakarias Wang herfyri tosaði við enska forlagið, Harper Collins Publishers, ið hevur rættindini til bókarøðina, spurdi hann, um hon var týdd til nakað minni mál enn føroyskt. Forlagið greiddi frá, at hon var týdd til eitt nú walisiskt, íslendskt og luksemburgiskt, men føroyskt er ivaleyst minsta mál, ið bókarøðin er komin út á.
Triðja bókin í røðini um Ringanna Harra hevur undirheitið "kongurin kemur aftur". Bókin er umleið hálvtfimtahundrað síður til støddar, og hon kostar 275 krónur í mun til 350 krónur, sum tær báðar undanfarnu hava kostað.