Nú leikurin hjá Willam Shakespeare um dreymin jóansøkunátt verður spældur av Grímu í Norðurlandahúsinum, hava mong góð orð verið at hoyrt um týðingina, sum Axel Tórgarð hevur gjørt av hesum leiki.
Til tess at fólk skulu fáa høvi til at ogna sær henda mentanarliga dýrgrip, hevur forlagið Stiðin nú í sambandi við sýningarnar givið út henda leik.
Í bókini er ein inngangur, sum Axel Tórgarð hevur skrivað um William Shakespeare og serliga henda sjónleikin, sum varð frumsýndur í 1596, fyri 402 árum síðani. Umframt at skriva sjónleikir yrkti Shakespeare eisini poesi, serliga sonettur, og eru hesar sera hátt mettar. Men hildið verður, at nakað av tí mest poetiska, sum Shakespeare hevur skrivað, er at finna í hesum sjónleiki, og nú hava vit fingið tað flutt yvir í føroyskt!
Tey sum hava sæð sjónleikin, hava lagt til merkis, at umframt tann háfloygda poetiska sjónleikin er talan um ein annan sjónleik inni í sjónleikinum, og er hesin seinni ein sonn komedia! Hetta at vevja saman poesi og komik er ein háttur, sum Shakespeare nýtir nógv við meistaraskapi, men sum sera fáir aðrir sjónleikahøvundar hava megnað. Á mangan hátt ber næstan betri til at fylgja við í hesum við at lesa sjónleikin, og nú kann tað so lata seg gera.
Bókin er skrýdd við einum málningi av Shakespeare, og er hon 100 blaðsíður í bleytari permu.