AWJ Foto í Klaksvík latið aftur

Nú er bert ein fotohandil eftir í Klaksvík

 

Klaksvík: Fyrr í vikuni lat AWJ Foto í Klaksvík aftur, og nú er bert eini fotohandil í býnum.

AWJ Foto hevur havt deild í Klaksvík í fleiri ár, men nú ætlar handilin bert at hava virksemi á Skálafjørðinum. AWJ Foto hevur gjørt avtalu við PhotoCare í sambandi við afturlatingina í Klaksvík.

Fyri stuttari tíð síðani lat Eiler Foto eisini aftur, og tí er tað bara PhotoCare, sum virkar í Klaksvík í løtuni.