Venstre stuðlar einum nýggjum fongsli í Føroyum.
Hetta var høvuðsboðskapurin hjá løgmanni og tingbólkaformanninum í danska Vinstra-flokkinum, Thomas Danielsen, á tíðindafundi í Gamla Apoteki í dag.
Tað kann kanska vekja undran, at ein danskur fólkatingslimur kemur upp til Føroya mitt í valstríðnum til Fólkatingið. Tað sama hendi til seinasta val, tá táverandi Vinstra-formaðurin, Lars Løkke Rasmussen, kom til Føroya at føra valstríð.
Sambært nøkrum veljarakanningum í Danmark kunnu føroysku mandatini annars vera við til at avgera valið. Tað tykist rættiliga greitt, at Javnaðarflokkurin, sum stuðlar einari reyðari stjórn, fær ein sess, men stóri spenningurin er, hvør fær hin sessin – Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin ella Tjóðveldi.
Sambandsflokkurin hevur í hvussu er gjørt greitt, at hann stuðlar einari bláari stjórn og peika á Jakob Elleman-Jensen sum forsætisráðharra.
Men Thomas Danielsen sigur, at hann er als ikki komin higar fyri at føra nakað valstríð.
– Eg havi gjørt greitt, at eg ikki skal upp til Føroya at føra valstríð. Eg havi bara verið við til nakrar innanhýsis fundir við limir úr Sambandsflokkinum, sum eg haldi vera heilt natúrligt. Sjálvandi skal eg ikki vera við til at føra valstríð fyri Sambandsflokkin, sigur hann, tá vit spyrja hann um hetta, og løgmaður sigur soleiðis:
– Vit hava altíð tætt samskifti, og tey eru altíð vælkomin til Føroya. Og nú tá Fólkatingsvalið nærkaðist, tosaðu vit um, at tað kanska var gott at fáa avstemmað nøkur ting. Vit eru øgiliga fegin um, at tingbólkaformaðurin hevur sett sær tíð av mitt í valstríðnum at koma til Føroya, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
LES EISINI: Vinstri til Føroya í valstríð fyri Sambandsflokkin
Lyftið um at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum kom í juni, tá forsætisráðfrú Mette Frederiksen vitjaði í Føroyum í sambandi við ríkisfundin, tá avtalan um radaran eisini varð undirskrivað. Nú, eina góða viku áðrenn fólkatingsvalið, vissar Vinstri fyri, at eingin óvissa skal vera um, at hesar ætlanirnar verða broyttar, um Vinstri kremur til valdið.
– Tað hevur sjálvandi nógv at siga, at størsti flokkurin á bláa vonginum sigur ja til eitt nýtt fongsul. Tá eg havi gjørt avtalu við Mette Frederiksen, havi eg fulla tiltrúgv til, at tað er undirtøka í núverandi stjórn um, at tað verður gjørt. Men um so er, at tað verður stjórnarskifti, hava vit nú fingið váttað frá Vinstra, at tað eisini verður gjørt við einari bláari stjórn, sigur løgmaður, spurdur av Portalinum um nøkur óvissa hevur verið um hetta lyftið.
Men skulu hesi lyftini um fongsul og íleggingargrunnin ikki skiljast sum egentlig vallyfti frá bæði Vinstra og Sambandsflokkinum?
– Tað er fólkatingsval í øllum ríkisfelagsskapinum. Tá Sambandsflokkurin spyr meg um at koma til Føroya vegna Vinstra og geva eitt garanti og tosa um teir spurningar, man hevur, so geri eg sjálvandi tað, sigur Thomas Danielsen.
Fígging og valplakatir
Hevur Vinstri upp á nakran máta verið við til at fíggja valstríð hjá Sambandsflokkinum?
– Vit hava eitt samstarv. Vit hava brúkt kanalirnar hjá Vinstra til plakatir og ymiskt merchandise, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Vil tað siga, at Vinstri fíggjar valplakatirnar hjá Sambandsflokkinum?
– Tey hava hjálpt til. Vit hava brúkt sama veitara.