Avvenjingin tók lívið av Amy

Hon gjørdist kend av at syngja, at hon undir ongum umstøðum vildi til avvenjingar. Og tað sær nú út til, at tað er ein heilt serlig orsøk til, at orðini fullu sum tey gjørdu. Nú sigur pápi

Amy Winehouse, Mitch, at songkvinnan doyði í royndini at leggja ovurstóru rúsevnismisnýtsluna á hillina.

 

Amy Winehouse varð funnin í sínari íbúð 23. Juli, og sambært pápanum var tað ógvusliga avvenjingin, sum at enda tók lívið av Amy.

 

Hetta staðfesti Mitch fyri stuttum í amerikonsku sendingini Anderson.

 

Deyðskanningin – ella obduktiónsrapportin – staðfesti, at Amy Winehouse ikki doyði av yvirdosis, tó var rúsdrekka funnið í kroppi hennara.