Hóttandi regn ger tað trupult at bjarga átta dreingjum og venjara teirra í Teilandi.
Bjargingarroyndin í teilendsku holuni er enn ein kapprenning ímóti urinum, tá nýtt glopraregn er væntandi og kann gera vatnflóðina í holunum enn verri.
Kavarar, læknalið og bjargingarfólk, sum sunnudagin kláraðu at bjarga fýra av teimum 12 dreingjunum, fara væntandi undir enn eina roynd í morgun.
– Eg standi enn og bíði uttan fyri holuna, eg krossi fingrar fyri, at sonur mín er millum teirra, sum verður bjargaður í dag, men vit vita einki. Nógv foreldur og avvarðandi bíða. Eingin hevur fingið nakað at vita, sigur Supaluk Sompiengjai, sum er mamma Pheeraphat, sum enn er í holuni.
Innanríkisráðharrin í Teilandi, Anupong Paojinda, sigur í morgun, at dreingirnir, sum vórðu bjargaðir út í gjár, hava tað eftir øllum at døma gott, men at teir skulu gjøgnum fleiri læknaligar kanningar.
Seint í gjár upplýsti landspartaguvernørurin Narongsak Osottanakorn, at bjargingarroyndin skuldi setða í 10 til 20 tímar – millum annað tí at iltfløskurnar hjá kavarunum skuldu fyllast aftur. Harumframt var neyðut hjá teimum at hvíla.
Tilsamans eru 90 servandir kavarar við í bjargingini. 50 teirra eru útlendingar. Paojinda sigur, at tað er somu kavarar, sum sunnudagin fingu fýra dreingir út, sum skulu fáa hinar níggju út.
Tveir kavarar svimja saman við einum dreingi í senn gjøgnum floymdu holurnar, har teir fleiri staðni kunnu koma upp til vatnskorpuna, og har teir kunnu fáa hjálp frøa øðrum kavarum at skifta iltfløskur.
Dreingirnir eru undir bjargingini býttir upp í fýra bólkar inni í holuni – fýra í tí fyrstu og tríggir í hinum. Fótbóltsvenjarin skal eftir ætlan verða tann síðsta at koma út sambært lokalum keldurm.
Teir 12 dreingirnir, sum eru í aldrinum frá 11 til 16 ár, og venjari teirra, fóru inn í holuna 23. juni hóast ávaringarskelti.
Tá monsunregnið kom, vóru smølu gongdirnar skjótt floymdar við vatni, og bólkurin varð trýstir longur og longur inn í holuskipania.
Tá kavarar funnu teir, høvdu teir verið innistongdir í níggju dagar.
/ritzau/Reuters