Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vil avtaka loðsskylduna hjá útlendskum fiskiskipum við føroyskum skipara
Løgtingið fer í dag undir fyrstu viðgerð av einum uppskoti hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing.
Í høvuðsheitinum vil landsstýrismaðurin avtaka loðsskylduna hjá útlendskum fiskiskipum við føroyskum skipara. Í núverandi lóg er ásett, at føroyskur skipari við útlendskum fiskiskipi skal skjalprógva, at hann hevur ført skip í viðkomandi havn í Føroyum tríggjar ferðir seinastu 12 mánaðirnar.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at umboð fyri serliga grønlendsku fiskiskipini, ið regluliga koma í føroyska havn, hava ført fram yvir fyri landsstýrismanninum, at verandi loðsskipan kostar reiðarínum ov nógv pengar í loðsgjøldum, og man um hugsar framyvir ikki at velja føroyskar havnir at bunkra.
Verandi lóg sigur, at føroysk fiskiskip eru frítikin fyri loðsskyldu, men Johan Dahl vil hava, at løgtingið samtykkir, at eisini útlendsk fiskiskip við føroyskum skipara verða frítikin fyri hesa skyldu.