Góð 25 prosent av atkvøðunum vóru klokkan 9:45 okkara tíð – klokkan 19:45 á avstralsku eysturstrondini – taldar. 45 prosent hava sagt ja til uppskotið, meðan 55 prosent hava sagt nei.  - Foto: Martin Keep/Ritzau Scanpix

Avstralia sigur nei til at nevna upprunafólkið í grundlógini

Tríggir av seks avstralskum statum vísa aftur uppkot um at nevna upprunafólkið í grundlógini.

 

Góð 25 prosent av atkvøðunum vóru klokkan 9:45 okkara tíð – klokkan 19:45 á avstralsku eysturstrondini – taldar. 45 prosent hava sagt ja til uppskotið, meðan 55 prosent hava sagt nei.  - Foto: Martin Keep/Ritzau Scanpix

Avstralia hevur á fólkaatkvøðu í dag atkvøtt nei um eitt uppskot um at nevna upprunafólkið í landsins grundlóg.

Tað metir avstralaski public service miðilin ABC.

Góð 25 prosent av atkvøðunum vóru klokkan 9.45 okkara tíð – 19.45 á avstralsku eysturstrondini – taldar, vísir uppgerðin hjá ABC.

45,0 prosent hava sagt ja til uppskotið, meðan 55,0 prosent hava sagt nei.

ABC metir harumframt, at minst tríggir av teimum seks statunum í Avstralia hevur sagt nei til uppskotið. Uppskotið skuldi hava meiriluta í fýra statum fyri at verða samtykt.

Tað eru statirnir New South Wales, Tasmania og South Avstralia, sum hava sagt nei. 

Valstríðið hevur undan fólkaatkvøðuni verið merkt av spjaðing og hevur snúð seg um rasu, forrættindi – og um hvør, sum hevur rætt til hvat.

Umframt at fevna um upprunafólkið í grundlógini skuldi uppskoti eisini føra til stovnan av einum umboðandi ráð, sum í framtíðini skuldi ráðgeva politikarum um, hvussu nýggj lóggáva kann ávirka fólkabólkin.

Slakar 18 milliónir veljarar hava atkvøðurætt í Avstralia.

Nei-síðan hevur grundgivið fyri, at eitt umboðandi ráð hevði givið upprunafólkinum serrættindini í grundlógini, sum er órættvíst.

Nøkur hava grundgivið fyri, at tað fer at spjaða landið enn meira.

Upprunaliga fólkið hevur búð á avstralskari jørð í 60.000 ár. Í dag telur bólkurin 3,8 prosent av landsins fólkatali upp á 26 milliónir íbúgvum.

Frá 1788 til 1930 vórðu meira enn 11.250 persónar úr upprunafólkini dripnir á fleiri enn 421 støðum kring alt Avstralia.

Fleiri túsund børn hjá upprunafólki vórðu sum liður í sonevndum sameiningarpolitikki tikin úr heimum sínum fram til 1970'ini.

Ikki fyrr enn í 1962 fekk upprunafólki atkvøðurætt við samveldisval, meðan nakrir statir hildu fast um forboðið.

Í dag hevur upprunafólki í Avstralia somu rættindi sum onnur, men ójavnin er stórur.

Væntaði livialdurin hjá upprunafólki er umleið átta ár stytri enn hjá øðrum fólki í avstralia, vísa hagtøl sambært AFP.

Børn hjá upprunafólki ganga ikki líka nógv í skúla, duga verri at lesa og hava tvífalt so stóran vanda fyri at doyggja í barndóminum.

Viðhaldsfólk hava í sambandi við fólkaatkvøðuna grundgivið fyri, at eitt »ja« kundi verið við til at rætta upp upp á nakað av ójavnanum.

/ritzau/

 

Góð 25 prosent av atkvøðunum vóru klokkan 9:45 okkara tíð – klokkan 19:45 á avstralsku eysturstrondini – taldar. 45 prosent hava sagt ja til uppskotið, meðan 55 prosent hava sagt nei.  - Foto: Martin Keep/Ritzau Scanpix