Avsannan av avsannan hjá Tórbjørn Jacobsen

á Argjum 21. november 2000: Í tíðindaskrivi í kvøld vísir Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, aftur partar av innihaldi í samrøðu, sum prentað er í Sosialinum fyri mikudagin 22. november. Av tí at landsstýrismaðurin leggur Sosialin undir at bera ósonn tíðindi, hava vit hesar viðmerkingar til tíðindaskrivið:

Tórbjørn Jacobsen varð uppringdur av blaðmanni okkara um viðmerkingar til stríðið millum hann og løgmann um broytingina í rundskrivi um frídagar í fólkaskúlanum. Í hesum sambandi fullu fleiri hvøss orð um løgmann. Tá ein landsstýrismaður sigur slíkt, kunnu vit sum fjølmiðil ikki annað enn taka tað fyri fult.

Tórbjørn Jacobsen vísir aftur, at hann hevur skírt løgmann »leigusveinur«. Orð hansara, sum eru bandað, vóru hesi:

»...sum tann danski leigusveinurin í Føroyum, sum Anfinn Kallsberg er, hevur hann bara handlað samsvarandi boðunum frá sínum harra...«

Blaðmaðurin spyr síðan, um hann fer at taka avgerðina um at flyta frídagin aftur, eins og løgmaður ynskir, og Tórbjørn Jacobsen svarar:

»Eg geri einki víðari við hetta. Tann avgerðin, sum eg havi tikið, stendur við, so má Anfinn gera hvat hann vil«.

Síðani spyr blaðmaðurin, um Tórbjørn Jacobsen roknar við, at hetta kann fáa avleiðingar fyri hann sjálvan ? og at hann møguliga verður koyrdur frá. Og hann svarar:

»Tað eri eg fullkomiliga líka glaður við! Fullkomiliga! Sleppi eg ikki at dríva politikk eftir mínum egna høvdi, so fari eg! So havi eg einki at sita her til. Eg tími ikki at vera majonettfigurur hjá nøkrum øðrum?

Víðari í samrøðuni sigur Tórbjørn Jacobsen, tá hann verður spurdur, um hann hevur nakað at leggja afturat:

»?hann (løgmaður, red) hevur havt voldtægtsforbrydarar sitandi í fleiri mánaðir eftir at tað hevur verið staðfest, og tað hevur hann faninmeg ikki klárað at gjørt nakað við. Og hann hevur sjálvur síni lík í lastini?«

Tað harmar okkum almikið, at sjálvur mentamálaráðharrin við ósannindum leggur Sos-i-alin undir at leggja honum orð í munnin. Tað harmar okkum eisini almikið, at vara-løgmaður, Høgni Hoydal, eisini royndi at steðga tíðindaflutningi í Sosialinum. Tað er sera ódámligt at landsins fremstu menn á henda hátt seta til viks grundleggjandi demokratiska rættin hjá fjølmiðlunum at virka ? óheftir av landsins leiðslu.

Tað er eyðsæð, at landsstýrismaðurin hevur stigið við síðuna av. Men tað er lítið mansligt av honum at turka tað upp á Sosialin, sum hann hevur gjørt í hesum máli. Tórbjørn Jacobsen eigur alla ábyrgd av hesum »mistakið« - tí verður »avsannan« hansara við hesum víst aftur.


Eirikur Lindenskov

Blaðstjóri

Sosialurin