Tað er serlig toskurin, ið er hækkaður í nøgd og virði. 24.363 tons av toski eru avreidd, og tað er ein hækking á 53,8 prosent í nøgd, og 54,8 prosent í virði.
Nøgdirnar av upsa eru hinvegin minkaðar. Frá 20.674 til 18.000 tons. Í virði er lækkingin 21,3 prosent og í nøgd 12,9 prosent.
Upplýsingar um onnur fiskasløg síggjast í talvuni.
##med2##
Avreiðingarnar eru uppgjørdar í landaðari vekt, tað vil siga, at tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór ella lítil royndin hevur verið.