- Fylgja vit tilmælinum hjá Kaj Leo, avlevera vit alt okkara hart vunnað sjálvræði, ikki aftur til Danmark, men til Brússel, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður Tilmælið hjá Kaj Leo Johannesen, formanni í Sambandsflokkinum, um at Føroyar gerast limir í ES gjøgnum Danmark, fellur heldur ikki í góða jørð hjá Javnaðarflokkinum. Tískil tekur eingin av hinum trimum stóru flokkunum undir við Kaj Leo í hesum máli.
- Tað er einki í tí, sum higartil er komið fram, ið bendir á, at Føroyar kunnu vænta sær eitt undantak í fiskivinnupolitikkinum. Júst fiskivinnupolitikkurin er eitt »sensitive area«, sum skal stýrast centralt, og tað er tann vegin rákið gongur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann vísir á, at tað er júst fiskivinnan, sum heldur Noregi frá at søkja um limaskap í ES, tí ES vil heldur enn fegið hava Noregi við í felagsskapin, tí landið kann bjóða felagsskapinum so ógvuliga nógv.
- Tað er eisini sera óheppið, at Kaj Leo Johannesen nýtir júst Áland sum dømi, tí gamaní hevur Áland fingið undantøk í sambandi við heimstaðarrætt og sjóvinnu, men teir hava samstundis avreitt allan sín sjálvsavgerðarrætt, og hava tí als onga ávirkan av nøkrum slag. Teir hava ikki so frægt sum ein sess í ES-tinginum, sigur løgmaður.
Tískil verður avleiðingin av einum føroyskum ES-limaskapi gjøgnum Danmark sambært løgmanni, at vit mugu avlevera øll okkara hart vunna sjálvsavgerðarrætt frá okkum aftur, ikki til Keypmanahavn, men til Brússel.
- Gerast vit limir í ES, verða tað aðrir, ið fara at gera av, hvussu nógv vit kunnu fiska hjá okkum sjálvum. Vit missa alt okkara ræði á øllum okkara viðurskiftum, sigur Jóannes Eidesgaard.