Sølan minkaði eisini munandi. Canon sigur, at vinningurin í fjør var góðar 309 milliónir dollarar, og tað er 37 prosent minni enn í 2007, tá vinningurin var góðar 488 milliónir dollarar. Leiðslan í Canon sigur seg hava so ringar vónir um árið í ár, at hon væntar, at vinningurin í 2009 verður heili 70 prosent minni enn í fjør.